Tjóðveldi hevur sett frælsi og búskaparliga endurreisn sum høvuðsevni fyri flokstingið í Haraldsundi. - Orsøkin er, at fyri okkum hanga hesi málini óloysiliga saman, segði Høgni Hoydal í síni formansfrágreiðing. Tjóðveldi vil hava neista og glóð aftur í føroyskan politikk og vil taka við landsins leiðslu.
- Vit vilja beinanvegin fara undir at fremja ítøkilig mál, ið kunnu skapa álit og virðing aftur í føroyskt fólkaræði og politikki. Mál, sum hava beinleiðis týdning fyri fólk og vinnulív ? og fyri øll, sum vilja virka og liva her.
Í formansfrágreiðing síni segði Høgni Hoydal, at Tjóðveldi vil hava skil í egnum húsi, sum hann tók til.
- Vit vilja broyta tær fastløstu skipanir, ið taka áræðið burtur frá fólki og vinnu, segði hann og legði aftrat:
Tjóðveldi vil hava -
* Upprudding í almennu fyrisitingini. Vit krevja eina óspilta fyrisiting, har brot á rættartrygdina fáa avleiðingar beinanvegin, og har bygnaðurin verður endurskoðaður frá grundini.
* Politiska útlutingin av tilfeingi og vinnurættindum verður steðgað. Allar vinnur skulu hava javnar kappingartreytir, og fiskirættindi skulu bjóðast út.
* Fíggingar-og rentukostnaður skal minkast fyri vinnu og húsarhald. Realkredittur, Húsalánsgrunnur, lóggáva viðvíkjandi peningastovnunum og onnur átøk skulu fremjast til tess at minka um dýra kostnaðarstøðið.
* Skatta-og avgjaldsskipanirnar skulu endurskoðast. Vaksandi gjøld hava seinastu árini hækkað um skattatrýstið á flestu húsarhald og vinnur og skapa djúpri gjáir millum samfelagsbólkar.
* Føroyskur førleiki skal mennast. Íløgur og politisk átøk skulu vigast eftir, um tey menna føroyskan førleika og kappingarførið hjá føroyskum fyritøkum.
* Gjáirnar millum samfelagsbólkar og økir í landinum, skulu smalkast. Kommunurnar mugu nú leggjast saman, so vit fá økir í landinum, sum kunnu kappast í rímiligari javnvág. Samstundis má kommunuskattur og landsskattur endurskoðast.
Høgni Hoydal segði í síni formansfrágreiðing, at Tjóðveldi hevur sett frælsi og búskaparliga endurreisn sum høvuðsevni fyri hetta floksting.
- Orsøkin er, at fyri okkum hanga hesi mál óloysiliga saman, segði formaðurin í Tjóðveldi á flokstinginum.