Nei takk til bústaðarskatt

Feløgini í Samtak heita á landsstýrið og serliga formannin í Javnaðarflokkinum um at leggja allar ætlanir um bústaðarskatt til viks. Bústaðarskattur fer at raka skeivt og fer at tyngja serstakliga nógv um hjá fólki við lágum- og meðalinntøkum, hjá barnafamiljum, pensjónistum og fólki, ið nýliga hava sett búgv.

Bústaðarmynstrið í Føroyum hevur verið, at flest øll hava síni egnu sethús. Húsini kunna metast sum meir enn bara ein bústaður - hetta er heimið, sum familjan við bit og slit hevur stríðst fyri. Peningurin, ið latin verður fyri húsini er skattaður, mvg verður rindað av tilfarinum, rindað verður fyri grundstykki o.s.fr – hetta skuldi verið nóg mikið.


Samtak metir hugsanina handan bústaðarskattin vera grundleggjandi skeiva at seta í verk í Føroyum. Hetta hevði eisini verið serstakliga tyngjandi fyri tey, ið ikki hava fastar javnar inntøkur gjøgnum árið.


Samtak heitur heldur á landsstýrið um at skipa bústaðarmarknaðin betri, at tryggja fólk, ið seta búgv, at seta eina leigulog í gildi, at seta treytir við meklaravirksemi og ikki minst at leggja uppskot fram um lutaíubúðir. Hetta eru tiltrongdar broytingar, ið kunna vera við til at kollvelta føroyska bústaðarmarknaðin, sum í dag er merktur av, at tað eru alt ov fá rættindi til keyparar og leigarar, og at fólk í veruleikanum hava lítið og einki val, tá ið tey seta búgv.


Bústaðarskattur er ikki loysnin.