Hann var tann fyrri sjálvmorðsbumbumaðurin, sum sprongdi seg í luftina í Tel Aviv mikukvøldið. Løtu seinni gjørdi ein annar tað sama. Umframt bumbumenninar doyðu fimm ísraelsmenn, og umleið 30 fingu skaða.
Seinni greiddi skøkjan Naomi blaðnum Jerusalem Post frá, at hon hevði steðgað øðrum bumbumanninum og boðið honum sex. Maðurin hevði tvær taskur um herðarnar, og tað hoyrdist á málinum, at hann var arabari. Men hann tók ikki av tilboðnum og helt leiðina fram.
Naomi fekk illgruna til mannin við teimum báðum taskunum, og hon royndi at ringja til løgregluna, men slapp ikki ígjøgnum. Fimm minuttir seinni hoyrdi hon ta fyrru spreingingina og løtu seinni ta seinnu.
Málið er at drepa
Tær báðar bumburnar brustu tætt við ta gomlu bussstøðina í Tel Aviv. Har eru nógvir smáir handlar og fleiri matstovur. Nógvir útlendingar, sum arbeiða í Tel Aviv, búgva nærhendis bussstøðini, og sambært løgregluni vóru fleiri av teimum særdu útlendingar.
Ísraelsku myndugleikarnir vóru ikki eina løtu í iva um, at tað vóru palestinskir sjálvmorðsbumbumenn, sum høvdu sprongt tær báðar bumburnar, og teir góvu alt fyri eitt palestinsku myndugleikunum skyldina.
-Hesi álopini í Tel Aviv prógva, at palestinsku yvirgangsmenninir hava gjørt av at drepa so nógvar ísraelsmenn, sum teir yvirhøvur kunnu, tí eftir teirra tykki kunnu álopini noyða Ísrael at slaka. Men tað fer ikki at eydnast teimum, segði talsmaðurin hjá Airel Sharon, forsætisráðharra, David Baker, mikukvøldið.