Nei, nei, ikki blokkin í eitt ár, men heldur blokkniðurskurðin í tvey ár

Í blaðgrein heldur Joel undir Leitinum (JuL) fyri, at blokkurin í eitt ár (uml. 600 mió. kr.) kann fíggja Sandoyartunnilin og nevnir allar herligheitirnar, blokkurin kann brúkast til um vit bert fáa loyst frá Danmark

Blokkurin fíggjar sum er okkara heilsuverk, sjúkraviðgerð uttanlanda, pensiónir, serforsorg og stuðul til sjúkrakassar og ellis- og røktarheim, fyri at nevna nøkur av málsøkjunum. Hvat heldur JuL skal henda við hesum málsøkjum, tað árið peningurin verður brúktur til Sandoyartunnilin? Hvussu hugsa loysingarfólk?

 

Skulu sjúkrahúsini lata aftur og sjúkraviðgerð uttanlanda bíðja eitt ár? Hvørjum skullu pensionistarnir liva av hetta árið? Og tey sum fáa serforsorg? Og skulu sjúkrakassarnir smekka lokið í og annað hvørt ellisheim lata aftur?

 

Nei, so heldur brúka blokkniðurskurðin í tvey ár (uml. 700 mió. kr.) at fíggja Sandoyartunnilin við!

 

Í farandi samgongu noktaði Fólkaflokkurin saman við Javnaðarflokkinum enntá Sambandsflokkinum at samráðast við danir um at endurskoða fastfrystingina av blokkniðurskurðinum. Her kann JuL gera mun.