Umhvørvstovan ávarar nú ímóti at brúka neglalakk av merkinum, Depend GelLack. Samstundis verður mælt til at handlar, sum selja nevnda merki, gevast við tí.
Neglalakkið er sterkt og tað fylgir ein nágreinilig vegleiðing við, sum ávarar um, at samband við húðina kann elva til ovurviðkvæmi. Men kortini verður mett, at tað er trupult hjá brúkarum, ikki at fáa lakkið á húðina. Kemur lakkið at húðini, kann avleiðingin vera skriði, bløðrur á fingrar, eksem og neglir sum loysna.
Í neglalakkinum er acrylat og tað ger, at tað harðnar í ljósi. Men Acrylat kunnu elva til ovurviðkvæmi, tá tey eru flótandi. - Eftir at lakkið er harðnað, er ikki vandi fyri ovurviðkvæmi. Sostatt elvir lakkið bara til ovurviðkvæmi, meðan tað er flótandi.
- Lakkið er tikið av hyllunum í okkara grannalondum, o Umhvørvisstovan mælir nú til, at tað eisini verður tikið av handilshillunumum í Føroyum.
|