åNEATA-festivalurin verður í ár hildin á Akureyri í Íslandi. Boðin við eru áhuga¬sjón¬leik¬ara¬¬bólkar úr Norð¬urlondum, Baltalondum og øðrum londum.
Ætlanin er at senda ein føroyskan bólk á stevnuna. Áhugaðir bólkar kunnu venda sær til Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF), undir Pisuvarða 2, tlf. 315624, maf@maf.fo. Fleiri upplýsingar á íslendsku heimasíðuni, www.leiklist.is.
Verða fleiri bólkar áhugaðir í at fara, er tað nevndin í MáF, ið velur bólkin. Freistin at tekna seg er 1. mars 2010.
Fyri bólk við 10 fólkum eru gisting og kostur á Akureyri ókeypis. Somuleiðis flut¬ning¬ur á Akureyri og atgongumerki til allar leikir á stevnuni. Millumlanda flutningin og tryggingar gjalda bólkarnir.
NEATA-festivalurin verður hildin annaðhvørt ár, og hevur higartil verið hildin í Litava, Svøríki, Estlandi, Føroyum og Lettlandi.
Seinasti NEATA-festivalur, tann fimti, varð hildin í Riga í Lettlandi, og har luttók ungdómsleikbólkurin HUÐRAR við leikinum “Othello” hjá William Shakespeare.
Á NEATA-festivalinum í Føroyum, sum varð hildin í Tórshavn 2.-8. august 2006, luttóku Ísland, Estland, Noreg, Lettland, Svøríki, Litava, Danmark og 2 bólkar úr Føroyum, Dramaverkstaðið við leikinum “Youth and the Underworld” og Havnar Sjónleikarafelag við ”Hørpurímu”. Hetlendingar vóru komnir, men fingu ongantíð lent vegna vána líkindi, og bæði Grønland og Hvíta Russland, ið høvdu lagt stórt arbeiði í at koma, noyddust at sendu avboð í seinastu løtu.
Upplýsingar um NEATA-festivalin í Føroyum í 2006 og myndir frá honum eru at síggja á heimasíðu MáF’s, www.maf.fo.