Ndende hevði toppskjúttan í stuttum tjóðri

Merkisvert er tað, hvussu nógv nýggju framrættaðu spælararnir hjá KÍ fáa burturúr, tá ið teir sleppa framat

KÍ vann 8-0 á heimavølli ímóti B68 og hevur síðstu fýra ferðirnar vunnið fulla úrtøku við málmuninum 26-0. Tað man vera met. Hinir fýra dystirnir vóru málfátækir. Í teimum vórðu skorað seks mál.

 

Vit vóru í gjárkvøldið í samband við heimildarfólk kring landið, og eftir at hava vigað og mett varð komið fram til eitt boð upp á vikuliðið.

 

At seta liðið eftir sovorðið umfar er torført. Tá ið KÍ ferð eftir ferð vinnur so stórar sigrar, hevði tað kanska verið freistandi at fylt liðið við spælarum úr toppliðnum. Men stóra yvirvágin hjá klaksvíkingum ber eisini við sær, at eitt nú málverjin er arbeiðsleysur, og at tað ikki er í verjuspælinum, at aftaru menninir verða royndir.

 

Silas Eyðsteinsson, málverjin hjá 07 Vestur, hevur ment seg ógvuliga nógv. Í gjár var tað sjáldan neyðugt hjá honum at spíla seg út, men hann var sannførandi í luftspælinum, tá ið 07 Vestur megnaði 1-1 á Tórsvølli ímóti B36.

 

Odmar Færø var aftur stinnur skansi í KÍ verjuni og fyri aðru ferð í fýra dagar millum málskjúttarnar. Í Sarpugerði tapti TB 1-0. Andreas Lava Olsen er toppskjútti, men í gjár var hann sjáldan í góðari støðu at skjóta mál. Tí syrgdi Ndende Adama Guéye fyri. 38 ára gamli veteranurin, sum hevur verið skaðadarvaður, var aftur í gjár sera eyðsýndur.

 

ÍF vann 2-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Elias Lervig, sum í vetur flutti úr Sarpugerði og í Fløtugerð, har hann er liðfelagi við tvíburan Hans Jákup, átti avgerandi leiklut. Vongverjin í høgru javnaði til 1-1 við fínum skoti úr spískum, og hann átti uppleggið, tá ið ÍF skoraði sigursmálið. Vongverji í vinstru er Daniel Johansen. Serliga í fyrra hálvleiki var hann eyðsýndur í HB uppspælinum í Runavík.

 

Bogi Reinert-Petersen skoraði ÍF sigursmálið ímóti EB/Streymi. Sentrali miðvallarin var kosin besti maður á vølli, og hann er á vikuliðnum undir liðini á Tróndi Jensen. NSÍ spælarin var eyðsýndur í málleysa javnleikinum ímóti sínum gomlu liðfeløgum í HB.

 

René S. Joensen er av álvara komin fyri seg aftur, eftir at hann í fjør var millum lítið og einki á HB liðnum. Í gjár varð hann kosin at vera besti HB spælarin. Hann kann røkja fleiri leiklutir enn teir flestu, og saman við honum á framrættaða miðvøllinum eru Sølvi Vatnhamar, sum aftur í gjár var dystaravgerandi og skoraði málið, tá ið Víkingur vann 1-0 ímóti TB, og Jacob Trenskow. NSÍ spælarin var aftur í gjár sera arbeiðssamur og skilagóður.

 

Eingin av teimum ovast á máltindinum skoraðu í 11. umfari. Páll A. Klettskarð sat alla tíðina á KÍ beinkinum, og Mikkel Dahl í HB álopinum og Andreas Lava Olsen í álopinum hjá Víkingi høvdu ikki marginalirnar á sínari síðu.

 

Í Klaksvík er tað sera stór kapping um fremstu plássini, og í gjár vístu tveir av teimum nýggju, at tað skal roknast við teimum. Bob Sumareh var bara á vøllinum í fyrra hálvleiki. Hann skoraði og hevur í 385 minuttir skorað seks mál. Serliga eyðsýndur í gjár var Jaspar Van Der Heyden. Hann varð ikki millum teir fyrstu ellivu. Men hann varð skiftur inn longu í fjórða minutti, tá ið Ivar Rønning fór skaddur av vøllinum, og Jaspar tók av álvara av. Hann skoraði eitt mál og var við í uppspælinum til fleiri av hinum. Jasper Van Der Heyden hevur nú skorað fýra mál í 320 minuttir.

 

Her er okkara boð upp á vikuliðið eftir 11. umfar:

 

Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur – Elias Lervig, ÍF, Odmar Færø, KÍ, Ndende Adama Guéye, TB, Daniel Johansen, HB – Tróndur Jensen, NSÍ, Bogi Reinert-Petersen, ÍF – René S. Joensen, HB, Sølvi Vatnhamar, Víkingur, Jacob Trenskow, NSÍ – Jaspar Van Der Heyden, KÍ

 

Næsta vikuskifti verður hvítusunna. Tá er 12. umfar á skránni. Leygardagin – hvítusunnuaftan – verður aftur toppdystur í Runavík, har KÍ verður gestur. Mánadagin, 2. hvítusunnudag, vera hinir fýra dystirnir: Víkingur – EB/Streymur, B68 – 07 Vestur, B36 – HB og TB – ÍF.

 

Týsmorgunin fara vit at seta liðið eftir 12. umfar.