Í dag klokkan 14 bjóðaði Nólsoyar Bjargingarfelag til móttøku í nýggju felagshølunum hjá liðinum.
Talan er um gamla »bilskúrin«, sum upprunaliga og fyri nógvum árum síðani varð nýttur til júst bilskúr. Men við tíðini datt bygningurin meira ella minni niður, og varð fyri nøkrum árum síðani bygdur upp aftur.
Síðani varð húsið í nækur ár nýtt til amboðsskúr hjá kommununi, men seinastu tíðina hevur bygningurin staðið tómur.
Nú hevur Nólsoyar Bjargingarfelag leigað húsið frá Tórshavnar kommunu, og gamli bilskúrurin skal nú virka sum karmur um felagsvirksemið hjá bjargingarliðnum.
Nólsoyar Bjargingarfelag hevur eitt bjargingarlið, sum telur um 20 mans, men tá skal havast í huga, at Nólsoy í stóran mun er sjómannabygd, og tað er tí eitt sindur avmarkað, hvussu nógv fólk er heima til eina og hvørja tíð.
Bjargingarliðið gongur nakað inn í sløkkiliðið, sum bygdin eisini hevur. Sløkkiliðið telur sjey mans, og leiðari fyri liðnum er Beinir Poulsen.
Leiðari fyri bjargingarliðnum er Jan Hansen, sum eisini er formaður í Nólsoyar Bjargingarfelag.
Nevndin í felagnum er:
Jan Hansen, formaður
Hans Martin Hansen, næstformaður
Malan Hansen, peningarøkil
Evy Toftegaard Nielsen, skrivari
Torfríð Johannesen
Varalimir eru:
Hilmar Joensen
Beinir Poulsen