Nazareth til Føroya

Eyðkenda røddin hjá Dan McCafferty, ið syngur heimshittið »Love Hurts« við eini passaligari mongd av inniligheit og sorg, hevur ljómað um allan heim seinastu tretivu árini. Leygarkvøldið 10. mai fer hon at ljóða í Føroyum, tá hann á odda fyri bólki sínum Nazareth trínur á pallin í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn

Skotski rokkbólkurin Nazareth er í løtuni í upptøkuhølunum og spælir sína 31. útgávu inn. Men í november stendur ein konsertferð í Norðurlondum á skránni. Leygarkvøldið 10. mai leggja teir leiðina framvið Nabb, har byin.fo skipar fyri konsert við teimum í Ítróttarhøllini.

Teir koma beint úr upptøkuhølunum, og tí er væntandi, at føroyingar, sum nakrir av teimum fyrstu í heiminum, sleppa at uppliva løg av komandi fløguni. Men samstundis er greitt, at eisini tey nógvu gomlu hittini vera at hoyra.

 

Love Hurts eisini í Gundadali

Tað verður sostatt høvi at klemmast og syngja við, tá Dan McCafferty við síni inniligu rødd syngur kanska størsta hittið hjá bólkinum »Love Hurts«, og at rokka við til aðrar Nazareth klassikarar, sum »Hair of The Dog«, »Broken Down Angel«, »Bad Bad Boy« ella »This Flight Tonight« fyri at nevna nakrar fáar.

Nazareth er enn ein virkin bólkur, og hevur øll árini spælt fløgur inn og ferðast kring allan heimin á konsertferðum sínum. Seinnu árini hava teir m.a. verið á umfatandi konsertferð saman við einum øðrum av stóru nøvnunum í rokki í sjeytiárunum, Uriah Heep. Hetta er ein vælsmurd rokkmaskina, ið sigst at vera betur enn nakrantíð áður.

 

Upprunamanningin helt saman

Í mun til flestu bólkar, ið hava so nógv ár á baki, sum Nazareth hevur, so hevur upprunamanningin hildið væl saman hesi árini: Sangarin Dan McCafferty, bassleikarin Pete Agnew, gittarleikarin Manny Charlton og trummuleikarin Darrell Sweet funnu saman í bólkin Nazareth í 1968, og heilt fram til 1990 spældu teir saman. Aðrir limir komu og fóru úr bólkinum, tá teir høvdu tørv á eitt nú einum eyka gittarleikara ella einum ljómborðsleikara. Men kjarnan var øll árini tann sama. Eftir stórar trupulleikar við plátufelagnum, í sambandi við útgávuna av fløguni Snakes & Ladders í 1989, valdi gittarleikarin Manny Charlton at fara burtur úr Nazareth. Hóast tað var upp á tal at fara hvør til sítt, so valdu, hinir limirnir ístaðin, at biða Billy Rankin, ið áður hevði spælt við teimum, um at avloysa Charlton.

Tá Rankin í 1994 valdi at fara burturúr bólkinum, var gávuríki ungi skotin Jimmy Murrison avloysarin á gittaranum. Henda leiklut hevur hann røkt líka síðan.

 

Deyðin vitjaði í tourbussinum

Manny Charlton er enn einasti upprunalimur, ið hevur valt at fara burturúr bólkinum, men eisini trummuleikarin er farin. 30. apríl í 1999 koyrdi tourbussurin við Nazareth inn á økið frammanfyri New Albany Amphitheater í Indiana, USA, har fyrsta konsertin á konsertferðini í sambandi við fløguna Boogaloo skuldi verða. Tá bussurin nærkaðist høllini fekk trummuleikarin Darrell Sweet ein hjartatilburð og doyði, meðan hjálparfólkini royndu at bjarga honum. Hann var 51 ára gamal. Konsertferðin varð avlýst, og limirnir í bólkinum hugsaðu um at gevast. Men samdust tó skjótt um, at Sweet hevði viljað, at teir hildu fram. Avloysarin varð funnin innanhýsis. Lee Agnew, sonur bassleikaran Pete Agnew, var vorðin ein sera dugnaligur trummuleikari, og var tí eitt natúrligt val. Hann kendi bólkin og tónleikin og var sostatt ikki eitt fremmant element, ið skuldi fáast at hóska inn í bólkin. Hann hevði harumframt lært sera nógv frá Darrell Sweet, og hetta var stór hjálp, tá hann skuldi fylla hansara skógvar. Eisini tóku fjeppararnir sera væl ímóti honum. Lee Agnew hevur nú spælt í bólkinum í sjey ár, og við honum sum nýggjast limi, er tað ein væl samanspældur bólkur, ið fer á pall í Ítróttarhøllini á Hálsi 10. mai.

 

Dansur alla nátt

Dyrnar lata upp klokkan 22, og eftir konsertina við Nazareth spæla Eyðun og Terji saman við vælleikandi bólki sínum til dans.

Atgongumerki fáast longu nú á kunningarstovunum í Klaksvík, á Tvøroyri og í Tórshavn umframt í Kallhandlinum kring landið og á heimasíðuni kall.fo. Hetta er sostatt tann fulkomna jólagávan til hann ella hana ella bæði tvey, ið dáma ordiligan 70?ára rokk, ella sum áður hava dansað til ta originalu power balladuna »Love Hurts«

Tað er avmarkað nøgd av atgongumerkjum, so tað er at skunda sær.