Navnleysi springarin trívist væl

Tað er ikki á hvørjum degi at høvið verður at eygleiða ein livandi springara. Tey ið ikki hava roynt tað áður, fáa høvi til hetta um vikuskiftið í Klaksvík.

Í farnu viku eydnaðist tað, sum mangir helst bert hava havt sum ætlan: At fanga ein livandi springara.
Høvið kundi nærum ikki verið betri, nú Føroya Sjómannadagur er á skránni í  fiskivinnuhøvuðsstaði okkara.
Hetta stóra tiltakið er í roynd og veru longu byrja, men leygardagurin er kortini dagurin, tá flestu tiltøkini verða á skránni.
Millum tiltøkini er ein framsýning av hesum livandi springaranum, sum til høvið verður verandi í einum aliringi.
Enn tosa fólk bert um henda springaran. Talan er um ein hann-springara, men enn hevur hann ikki fingið nakað navn. Fólk hava havt høvið at koma við uppskotum til nøvn, og í dag sum ein annan dag skal støða takast til hvat navn springarin skal hava.
Seinnapartin í gjár vóru menn aftur hjá springaranum sum er í einum aliringi undir Kunoyarnesi.
- Hann sær út til at hava tað gott, sigur Hjaltur Poulsen, sum er ein av undangongumonnunum í hesi ætlanini við springaranum.
 
Etur væl
Tað var undir springara-drápinum í Klaksvík í farnu viku, at tað eydnaðist monnum at fáa fatur á hesum springaranum.
Teir fingu hann í henda aliringin undir Kunoyarnesi, og her hevur hann verið síðani.
- Eg haldi, at hann hevur tað gott, sigur Hjaltur Poulsen, nú vit stima út móti aliringinum.
Tað er sjálvandi ilt at meta um ta veruliga støðuna. Men menn hava sæð hann bæði spælt og kastað seg uppundan viðhvørt. Tí er líkt til, at hann hevur tað gott.
Teir hava eisini verið hjá honum við føði, og tað hevur hann tikið væl við.
- Vit hava givið bæði saury, sild, høggusløkk og seið. Og hetta hevur honum dámað sera væl, greiðir Hjaltur frá.
Menn hava eisini stuttleikað sær við at geva honum livandi seið, ið onkur hevur fiskað til springaran. Tá er hann garrvillur, meðan hann roynir at fanga sær døgurðabitan.
 
Nýtt heimstað
Ætlanin er tó ikki at hesin springarin skal verða verandi her úti við Kunoyarnes.
Í sambandi við Sjómannadagin skal aliringurin sleipast inn á Klaksvík, har hann verður ein partur av skránni við hetta megnar tiltak.
- Tað verður ein løta at fáa sleipað hann inn á víkina. Vit duga ikki enn at siga, hvussu tað fer at ganga.
- Vísir tað seg at tað ikki ber til, so steðga vit beinanvegin. Vit vita nevniliga ikki, hvussu hann fer at uppføra seg, tá vit sleipa, sigur Hjaltur Poulsen. Í ringasta føri kann hann møguliga leypa úr ringinum.
Ætlanin er at aliringurin skal sleipast inn á Stengurnar, har springarin verður ein partur av framsýningunum á Sjómannadegnum.
Stóri spurningurin er, hvat síðani skal henda við honum. Talan er helst um ein hann-springara, og teir vænta tí at hann fer at klára at fáa sær nóg mikið av føði inn á vánni í Klaksvík.
Óhugsandi er tí ikki, at springarin fer at verða stamgestur í Klaksvík. Tað tykist sum hann trívist í nýggja heimstaði sínum!