Umhvørvisstovan er nýggja felagsheitið á teimum seks stovnunum, sum 1. juni vórðu lagdir saman Í nýggju Umhvørvisstovuni eru Matrikulstovan, umhvørvisdeildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Føroya Náttúrugripasavn, Skógrøkt Landsins, Tinglýsingin og Landsfólkayvirlitið.
-Av tí at okkara arbeiðsøki er so breitt, var tað umráðandi at finna eitt heiti, sum megnar at savna og lýsa okkara umfatandi virki undir einum. Tað ger orðið umhvørvi í breiðum týdningi, og tí halda vit, at Umhvørvisstovan er eitt einfalt og gott navn til nýggja stovnin, sigur Jákup Pauli Joensen, stjóri á Umhvørvisstovuni.
Umhvørvisstovan kann lýsast sum ein náttúru, umhvørvis- og lendisfyrisiting. Samanlagdu stovnarnir fevna sostatt um eftirlit, umsiting, gransking, skráseting, upplýsing, ráðgeving, rannsóknir, royndir, ognarviðurskifti, kort við meira.
Umhvørvisstovnurin heldur til í bygninginum á Argjum, har Frímerkjadeildin áður húsaðist. Enn eru ikki allir partar av stovninum komnir undir sama tak, men tað hendir í næstum, sigur stovnurin í tíðindaskrivi.