Ánirnar: Nú er tað so staðfest: Óttin um at Navigator skuldi fara úr flotanum er veruleiki, og hundraðtals ungfólk mugu leita sær annað arbeiði! Øðrvísi kann ein ikki lýsa støðuna í Ánunum, tá hesum stóri verksmiðjutrolarin kom at landi. Frá at hava fiskað svartkjaft til surimi-framleiðslu í Norðurhøvum fer hann nú í Íshavið at fiska krill.
Í morgun fóru tey undir at landa skipið seinastu ferð. Eftir tað skal skipið umbyggjast, áðrenn onnur fiskimið skulu troytast.
Tað er skilligt, at fólkið her í góðshavnini í Ánunum hava gjørt sær sínar hugsanir um hetta farið og týdning tess.
Burtur frá mammu
Í fyrsta lagi eru mong, fyri ikki at siga øll, sera hørm um, at hetta vala skipið nú fer heilt suður í Íshavið at fiska.
- Hetta var sum eitt skúlaskip fyri sonin hjá mær. Og eg veit, at mong onnur halda júst tað sama sum eg, sigur ein errin pápi um sonin, sum í eitt tíðarskeið hevði gingið í faðirsins fótasporum sum sjómaður.
Ein kvinna vísir á tann týdning sum hetta skipið hevur havt fyri tað unga fólkið: At tey her hava havt ein ótrúligan møguleika at útvega sær kunnleika um eitt evni ella eina vinnu á ein serstakan og praktiskan hátt.
Umborð hava tey lært at taka hensyn til hvønn annan og hava helst fingið eyguni upp fyri, hvønn týdning fiskivinnan hevur og hevur havt fyri føroyska samfelagið.
- Tey hava fingið sett nøkur krøv, tey hava lært hvat tað vil siga, at vera felags um eina framleiðslu – og so hava tey eisini fingið eina góða løn fyri alt stríðið.
- Og tja, so hevur dótturin helst eisini havt gott av at koma burtur frá mammu síni eina tíð, sigur ein onnur mamma, sum er komin at taka ímóti Navigator.
Spurningur um at yvirliva
Samstundis við hetta vóru tað onnur sum vístu á, at tað í roynd og veru er kapitalurin sum stýrir virkseminum á landi, eins væl og á sjónum.
- Vit vita, at tey hava fiskað væl, men tá lønsemið ikki hevur fylgt við, er greitt at reiðarí’ið og reiðarin mugu hugsa um, hvat úrslit hetta skal geva. Spurningurin var um tað mátti røkka (les: Røkke) ella støkka.
- Alt er ein spurningur um at yvirliva. Og satt at siga, so dugi eg væl at síggja at teir vilja í annan sjógv at royna, tá útreiðslurnar eru vorðnar størri enn inntøkurnar, sigur ein annar pápi.
Hinvegin so er hann 100% sannførdur um, at um tað vóru klaksvíkingar sum áttu hetta skipið ella størri part í tí, so fór tað ikki soleiðis at leita aðrar leiðir til fiskiskap.
Tað er helst so sum hann tekur til:
- Vit eiga so nógv gott fólk her norðurø, og eg trúgvi at tey høvdu veruliga vilja stríðst fyri at Navigator varð verandi her í býnum!
Sova róliga
Á bryggjuni vóru bæði foreldur, systkin, familja og onnur og tóku ímóti manningini, sum kom í land av hesum seinasta túrinum hjá teimum og Navigator.
Ein omma er komin oman á bryggjuna at taka ímóti ommudóttrini. Hetta hevur hon gjørt mangan áður, men hvørja ferð hava kenslurnar verið tær somu:
- Ja, eg gráti altíð tá hon fer avstað. Nú er hon komin aftur í øllum góðum, og nú kann eg sova róliga, sigur hon.
Ommudótturin sigur helst tað sama. Tað skal vera gott at fáa fast undir fótum aftur og sína egnu song at sova í. Spurningurin er, um tey einaferð seinni verða útpurrað aftur umborð á hesum – fyrrverandi – stoltleika okkara.
Tað kundi meiri enn so hent, at hesi ungu hava fingið fisk á tonna, og hava hug at royna seg umborð á øðrum føroyskum skipum!










