Navalnyj: Nýggjar høpisleysar ákærur frá Russlandi

Fongslaði russiski andstøðupolitikarin Aleksej Navalnyj verður av Russlandi mistonktur fyri at hava framt yvirgangsvirksemi.

 

Aleksej Navalnyj situr longu ein fongsulsdóm upp á tilsamans 11 og eitt hálvt ár í Russlandi. (Arkivfoto). - Foto: Shamil Zhumatov/Reuters

Um málið kemur til dóms, kann tað kosta honum upp til 30 ára fongsul.

Tað sigur Navalnyj í einum Twitter-uppslag, sum hjálparfólk hjá Naalnyj hava almannakunngjørt.

– Tey eru komin við høpisleysum ákærum, sum kunnu kosta mær 30 ára fongsul, skrivar Navalnyj millum annað.

Hann sigur, at myndugleikarnir vilja vera við, at hann hevur framt yvirgangsvirksemi, meðan hann hevur sitið í fongslið, har hann situr ein dóm upp á 11 og eitt hálvt ár.

Hann er dømdur fyri svik, vanvirðing fyri rættinum og fyri at hava brotið treytirnar fyri royndarleyslating.

/ritzau/

 

Aleksej Navalnyj situr longu ein fongsulsdóm upp á tilsamans 11 og eitt hálvt ár í Russlandi. (Arkivfoto). - Foto: Shamil Zhumatov/Reuters