Týdningarmikið at økja um náttúruvitanina hjá fólki

Náttúruráðstevnan 2023: Tann 3. oktobur verður skipað fyri náttúruráðstevnu í Norðurlandahúsinum

Fyriskiparnir skriva m.a. soleiðis um ráðstevnuna:

 

Tað er sera týdningarmikið at økja um náttúruvitanina hjá fólki í Føroyum - bæði privat og í arbeiðshøpi. Hetta tí at føroyska náttúran er viðbrekin, og er sera lítið vard í føroyskari lóggávu.

 

Høvuðsendamálið við ráðstevnuni er at luttakarar læra meira um lívmargfeldið, náttúruna, og okkara tilknýti til hana. Fyrilestrarhaldararnir eru úr Føroyum og Norðurlondum.

 

Dagurin byrjar við fyrilestrum, og endar í verkstovum seinnapartin har luttakarar fáa møguleikan at kjakast um ymisk evnir og fáa ítøkilig hugskot sum tey kunnu seta í gongd heima við hús ella á arbeiðsplássinum.

 

Atgongumerkir kunnu keypast á www.nlh.fo

 

Skráin sæst her:

 

09.00-09.15: Møguleiki at hitta ymiskar náttúrufelagsskapir

 

09.15-09.30: FNU bjóðar vælkomin og landstýriskvinnan í Umhvørvismálaráðnum setir stevnuna

 

09.30-09.50: Pætur á Borg, fulltrúi í Umhvørvismálaráðnum, greiðir frá Náttúruverndarlógini

 

09.55-10.15: Sólva Jacobsen, granskari á Havstovuni, fortelur um náttúruna í havinum

 

10.20-10.40: Magnus Gaard, rektari á Miðnámsskúlanum í Vestmanna, fortelur um náttúruna á landi

 

10.40-11.00: Kaffisteðgur

 

11.00-11.30: Kristine Engemann Jensen, granskari frá Aarhus universitet, fortelur um samanhangin millum náttúru og sálarheilsu (beinleiðis stroyming)

 

11.35-12.05: Lars Dinesen, frá IPBES, greiðir frá støðuni og týdninginum av lívmargfeldi

 

12.05-12.40: Døgurðasteðgur

 

12.40-13.05: Maria Reumert Gjerding, forkvinna hjá Danmark Naturfredningsforening, fortelur um týdningin og ávirkanina av teirra arbeiði (beinleiðis stroyming)

 

13.10-13.55: Fyrsta verkstova byrjar

 

14.05-14.30: Tíð at finna næstu sessión og kaffisteðgur

 

14.20-15.15: Næsta verkstova byrjar

 

15.15-16.00: Kjak og taka saman um dagin