Náttúrulund og minnislund á Viðareiði

Viðareiði fær nú eina náttúrulund við Spónhyl, og bygdin fær eisini eina minnislund.

Í løtuni er nógvur grevstur á Viðareiði. Grivið verður fyri einari náttúrulund við Spónhyl. Tað er ein áhugabólkur, ið varð stovnaður fyrr í ár, sum stendur aftanfyri hesa verktælan.

 

Viðareiðis kommuna hevur ein sáttmála við Búnaðarstovuna, sum fevnir um leigu av hesum øki í 30 ár við møguleika fyri leingjan. Tað vóru fimm festarar, ið sótu á hesi jørðini, sum tó ikki er serliga vælegnað til landbúnað, tí her er so vátt.

 

Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri í Viðareiðis kommunu, sigur, at tað er byggifelagið Articon, ið annars byggir Viðareiðistunnilin, sum tekur sær av grevstrinum við Spónhyl.

 

- Tilboðið er upp á 2,7 miljónir krónur fyri lundina, men her er nógv, sum sjálvboðin kunnu gera. Tískil er verkætlanin í krónum trimmað niður á umleið 1,5 miljónir krónur. Ætlandi verður lundin við Spónhyl liðug seinni í heyst.

 

Borgarstjórin sigur, at her verða tríggir hyljar, og her verða heyggjar, sum skulu bróta vind, eins og trø verða plantað í lundini.

 

- Hetta verður í fyrst lagi eitt fríøkið, og ætlanin er eisini, at her skulu verða gøtur og torg. Í aðrar mátar verður tað bara hugflogið, ið setir mørkini fyri, hvat fáast kann burtur úr, sum tíðin gongur, leggur Hans Jákup aftrat.

 

Í løtuni verður eisini arbeitt við einari minnislund á Viðareiði. Tað er Dánjal Lydersen, sum hevur savnað allar skaðatilburðir, ið hava rakt fólk í kommununi, sum er upphavsmaðurin aftanfyri minnislundina.

 

- Ístaðin fyri at hesi nøvn liggja í einari skuffu, verða plátur við nøvnum og stuttari frágreiðing um skaðatilburðir settar upp í minnislundini. Tað er Viðareiðis kommuna, ið stendur aftanfyri hesa verkætlan, sigur Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri.