Nattúrligt at kondolera á netinum

At kondolera á Facebook kann tykjast yvirfladiskt, men tað er ikki víst, at tað verður móttikið so

Tað er líka nattúrligt at kondolera á Facebook, sum vit senda føðingardagsheilsanir og bjóða fólkum vælheimafturkomin. Tað er nakað, sum vit eiga at halda fram við at gera.

Tað var panelið í sendingini Vikan sum fór samt um, tá tey trý Hilmar Jan Hansen, Høgni Reistrup og Eyðgerð Mørkøre Kruse svaraðu spurninginum, hvørt tað er rætt at konolera á Facebook ella ikki.

- Fyri summi kann tað vera ringt at fara yvir til viðkomandi og kondolera persónliga. At kondolera á Facebook kann vera við til at bróta ísin, sum tú kanska merkir, og tað ger so, at tú hevur lættari við at fara til viðkomandi og heilsa uppá, segði Eyðgerð Mørkøre Kruse í sendingini.

- Facebook gevur tær møguleika at vera djarvari, enn hvat tú í veruleikanum ert. Tað er ikki sikkurt, at tú hevði ringt til mammauna, sum hevði mist sonin, men ístaðin skrivar tú eitt hjarta á veggin hjá henni. Tú kanst halda, at tað er yvirfladiskt, men tað er ikki sikkurt, at tað verður móttikið so yvirfladiskt. Tá vit kondolera á Facebook signalera vit, at vit hugsa um tey avvarandi, segði Hilmar Jan Hansen

Ein fastur partur av Rás2 Seinnaparti fríggjadagar er tátturin Vikan, sum fór. Har sigur eitt panel sína hugsan um nakrar av søgunum og hendingunum, sum hava verið ta vikuna.

 

Panelið er samansett við skiftandi luttakarum hvørja ferð.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alt innslagið um at kondolera á Facebook.