Um gongdin við smittutølunum heldur fram næstu tríggjar dagarnar, so eru vit uppi á 75 smittaðum um dagin í miðal um vikuna.
Og tá koma vit til reyðu ferðsluljósini hjá landsstýrinum.
Sum in.fo skilir støðuna, so ætlar landsstýrið, at náttarlívið skal steingja á midnátt.
At avmarkingar vera hjá matstovum, sum helst fara at kunna hava opið frá 17 til midnátt.
At koronukanning aftur verður av øllum, sum ferðast um landamarkið.
Og at skúlarnar fara at hava longri jólafrí.
Tíðindafundurin hjá landsstýrinum verður í morgin klokkan 11.