Náttarbussurin givin sum ruta

Náttarlívið at so mikið nógv broytt, og tað havi eg tikið avleiðingarnar av, sigur Øssur Christiansen.

Náttarlívið er nógv broytt og tað havi eg tikið avleiðingarnar av, sigur Øssur Christiansen.

 

Tað er ikki tað sama nú, sum tá Øssur tók upp koyringina við náttarbussinum fyri skjótt 16 árum síðani.

 

- Fólk fara ikki longur til Havnar í dans, sum tey gjørdu fyrr. Nú fara tey heldur inn á barrirnar at hugna sær, og tí er ikki longur tørvur á einari bussleið um náttina, sum tað var fyrr, sigur Øssur Christiansen.

 

Hann er tó ikki heilt givin at koyra ungfólk ur Vestmanna.

 

- Eg koyri ístaðin minibuss, eins og so nógvir aðrir. Tað kann ikki løna seg, bæði at nýta tíð og so eisini seta pengar til, fyri at varðveita rutuna sunnumorgnar, sigur Øssur Christiansen.

 

Tað ber tó sum nevnt til framvegis at fáa Øss Christiansen at koyra millum Vestmanna og høvuðsstaðin.

 

- Nú verður tað bara gjørt við at ringja í staðin. Og eru tey eini 8-10 fólk, er tað líka bíligt, sum tað var við Náttrbussinum, sigur Øssur Christiansen.