Nato vil ræða Russland við 90.000 hermonnum í stórari venjing

Sambært fleiri altjóða tíðindastovum ætlar Nato at seta í verk størstu venjing síðani Kalda Kríggið.

 

Heryvirmaðurin Christopher Cavoli, sum situr í næst hægsta starvi í Nato, greiddi í dag frá eini venjing, sum verður í februar, á einum tíðindafundi. - Foto: Virginia Mayo/Ritzau Scanpix

Nato leggur til rættis at búgva út herlið við 90.000 herfólkum til ein hernaðarvenjing, sum skal vera í februar.-

Tað verður størsta venjing síðani Kalda Kríggið, og endamálið er at ræða Russlands, skrivar týska tíðindastovan dpa.

Tíðindastovan AFP skrivar, at deildir frá øllum 31 limalondum í verjusamgonguni eru við – eisini Danmark.

Ritzau hevur spurt Forsvarskommandoina í Danmark fyri at fáa váttað, um danskir hermenn luttaka.

Royndin verður eftir ætlan í februar, og hon skal vara til síðst í mai. Nato hevur givið venjingini navnið Steadfast Defender 2024.

Tað vera eisini deildir við frá Svøríki. Svøríki er evni at gerast limur í Nato. 

– Samgongan vil vísa evni síni at tryggja euro-atlantiska økið við eini transatlantiskari rørslu av hermonnum frá Norðuramerika, sigur Christopher Cavoli, heryvirmaður, sum hevur næsthægstu hernaðaliga starvið í Nato, á tíðindafundi sambært tíðindastovuni Reuters.

Sambært upplýsingum hjá dpa skal royndin snúgva seg um eina støðu, har Russland hevur framt eitt álop, sum setir í gongd grein 5 hjá Nato.

Grein 5 hjá Nato snýr seg um, at eitt álop á ein sameindan verður mett sum álop á øll londini í verjusamgonguni.

Nato hevur bara einferð sett í verk grein 5. Tað var eftir yvirgangsálopið 11. september í 2001 í USA.

Tað, sum áður hevur verið mett sum størsta Nato-venjing eftir Kalda Kríggið, var í 2018. Royndin ta ferðina æt Trident Juncture.

Tá vóru umleið 51.000 herfólk við í venjingini, og venjingin fór fram í Noreg.

Tað er enn ikki upplýst, hvar nýggja venjingin fer fram.

/ritzau/

 


 

 

Heryvirmaðurin Christopher Cavoli, sum situr í næst hægsta starvi í Nato, greiddi í dag frá eini venjing, sum verður í februar, á einum tíðindafundi. - Foto: Virginia Mayo/Ritzau Scanpix