Nato-leiðarin: Putin tapir í Ukraina

- Tað er Vladimir Putin, sum er byrjaður kríggið, og tað er eisini hann, sum má enda kríggið og taka sínar herdeildir úr Ukraina, sigur Nato-aðalskrivarin.

Jens Stoltenberg, sum er Nato-aðalskrivari, sigur, at verjumálaráðharrarnir í verjusamgonguni fara at snakka saman í hesi vikuni, eitt nú um kríggið í Ukraina, og teir fara eisini at røða um týdningarmikla undirstøðukervið í limalondunum.

 

- Ukraina hevur byrin við sær og heldur fram við sínum framtøkum, meðan Russland heldur fram við sínum álopum á sivilfólk og undirstøðukervið í Ukraina. Forsetin, Vladimir Putin, er í ferð við at tapa í Ukraina, sigur ST-aðalskrivarin.

 

Jens Stoltenberg sigur, at tað er Vladimir Putin, sum er byrjaður hetta kríggið, og tað er eisini hann, sum má enda kríggið við at taka sínar herdeildir úr Ukraina.

 

Aðalskrivarin sigur, at Nato fylgir væl við kjarnorkuhóttanunum, sum Russland kemur við, men sigur seg ikki duga at síggja nakra munandi broyting í so máta.

 

Tá verjumálaráðarrarnir í Nato fara at hittast í vikuni, fara teir sambært Jens Stoltenberg eisini at umrøða týdningarmikla undirstøðukervið í limalondunum - í ljósinum av tí, sum hendi við stóru gassleiðingunum, Nord Stream 1 og Nord Stream 2.

 

- Verjusamgongan hevur skerpað eftirlitið kring lyklaútbúnaðin í londunum og fylgir væl við gongdini, sigur Jens Stoltenberg og leggur aftrat, at tað verður eitt samlað "svar" úr Nato, um álop verða framd á undirstøðukervið hjá limalondunum.