NATO kann tryggja tilbúgvingina

Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum heldur, at Føroyar eiga at gerast limir í NATO sum skjótast. Ein av fyrimununum við hesum er, eftir hansara tykki, at vit skjótt og lætt fáa eina væl virkandi tilbúgvingarskipan

Stóð tað til Bjarna Djurholm, landsstýrismann úr Fólkaflokkinum, høvdu Føroyar fyri langari tíð síðani tikið upp samband við NATO um eina samstarsavtalu.

? NATO er trygdin fyri, at vit liva í einum tryggum vesturheimi, og tí haldi eg, at tað hevði verið púra náttúrligt, at vit vóru limir í felagsskapinum, sigur Bjarni Djurholm.

Landsstýrismaðurin er greiður yvir, at hetta ikki er aktuelt í verandi ríkisrættarligu støðu, men fáa vit eina nýggja skipan, har vit átaka okkum uttanríkispolitiska partin, heldur hann málið avgjørt vera aktuelt.

Eisini ivast Bjarni Djurholm í, um vit yvirhøvur sleppa at vera uttan fyri verjufelagsskap, um vit fáa ábyrgdina á uttanríkispolitiska økinum.


Fleiri fyrimunir

Nýklækti landsstýrismaðurin vísir á fleiri fyrimunir, vit høvdu fingið við NATO limaskapi. Millum annað vísir hann á, at vit uttan hóvasták kundu fingið eina væl skipaða og væl virkandi tilbúgving innan NATO karmar.

? Føroysk bjargingarfeløg, Vaktar- og Bjargingartænastan og aðrir líkandi felagsskapir og tænastur kundu verið meira samskipað, undir nøkrum karmum, sum eru galdandi í NATO, heldur Bjarnir Djurholm.

Úrslitið, heldur hann, hevði verið, at vit fingu væl virkandi verjuskipanir og tilbúgving, sum eru átakar teimum, vit kenna í londunum kring okkum.

Afturfyri skuldu vit einas latið NATO ymsar hentleikar í verjuhøpi í Føroyum.


Føroyskur herur óneyðugur

Hóast flestu limalondini í NATO hava her, heldur Bjarni Djurholm ikki, at tað fer at verða neyðugt við einum føroyskum heri.

? Men krevur NATO, at føroyingar eru við í hertænastu, ivist eg onga løtu í, at vit kundu gjørt samstarvsavtalu við danir, sigur landsstýrismaðurin.

Bjarni Djurholm roknar tó kortini ikki við, at NATO hevði kravt hetta av okkum. Heldur roknar hann við, at NATO hevði kravt, at vit settu land- og sjóøki av til venjingar og møguliga til verjustøðir. Og tað er eftir hansara fatan eingin trupulleiki.


Samráðingarnar oyðilagt samskiftið

At danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Petersen, hevur sýtt løgmanni at hitta Lord Robinson, NATO aðalskrivara, á máli um møguligan limaskap í Partnership for Peace, heldur Bjarni Djurholm vera orsakað av fullveldissamráðingunum.

? Vit skuldu fyri langari tíð síðani havt umrøtt hetta mál við NATO. Nú er trupulleikin tann, at onnur áhugamál í sambandi við fullveldissamráðingarnar verða vavd upp í ynski føroyinga at tosa við NATO, og tí sýtir uttanríkisráðharrin løgmanni at koma á tal við NATO aðalskrivaran, sigur Bjarni Djurholm.

Tað gleðir kortini landsstýrismannin, at tað nú tykist vera breið politisk undirtøka í samgonguni fyri støðuni, Fólkaflokkurin hevur havt fyri samstarvinum við NATO fara mansaldurin.