- NATO er enn sum áður álitið hjá føroyingum. Eg fekk góða kunning um trygdarpolitisku avbjóðingarnar í Norðurhøvum, sigur Jørgen Niclasen, sum hevur hitt Andres Fogh Rasmussen, NATO aðalskrivara. - Eg fekk vissu fyri, at NATO hjálpir skipum við føroyskum flaggi kring Somalsku strendurnar, um tey verða fyri ágangi frá sjórænarum, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, eftir fundin við aðalskrivaran í NATO.
Løgtingið hevur samtykt í 2004, at landsstýrið skal tryggja sær innlit í trygdarpolitisk mál viðvíkjandi Føroyum. Tí hevur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, í gjár verið á fundi við NATO aðalskrivaran Anders Fogh Rasmusssen á høvuðsborgini í Brússel.
Á fundinum varð ráðharrin kunnaður um aktuellu raðfestingarnar og avbjóðingarnar hjá NATO. Aðalskrivarin greiddi frá, hvussu NATO hevur gjørt seg til reiðar at loysa trygdarpolitisku málini, sum í dag hava størstan týdning fyri limalondini.
Somuleiðis fekk ráðharrin innlit í ymsu átøkini, sum NATO í hesum døgum fremur. Ráðharrin fekk eina kunning um leiklutin hjá NATO í Afganistan, og hvussu virkað verður fyri at fáa landið á føtur aftur.
Eisini vóru trygdarmál í Norðurhøvum umrødd, og viðgjørt varð, hvørji vandamál liggja fyri framman í hesum øki. Veðurlagsbroytingarnar fara uttan iva at hava við sær økta ferðslu í Norðurhøvum, eins og fleiri lond vilja kanna sær Norðpólin og ráevnini í undirgrundini har. Tað eru mál, sum fara at merkja trygdarpolitikk í Norðurhøvum framyvir.
Skipaferðslan kring strendurnar hjá Somalia hevur verði nógv darvað av sjórænarum. Fyri at koma hesum til lívs hevur NATO eina røð av herskipum í økjunum, ið skulu veita trygd og verju fyri skipaferðsluni á hesi vandaleið. Á fundinum veitti aðalskrivarin vissu fyri, at skip við føroyskum flaggi eisini eru fevnd av hesari verju.