Tað er ikki ov seint hjá Ukraina at vinna kríggið

Jens Stoltenberg viðgongur, at Nato-londini hava verið ov ússalig til at lata Ukraina vápn, men enn er ikki ov seint hjá Ukraina at vinna kríggið.

 

- Ukrainar rinda prísin við teirra lívum, tá vápn ikki koma, og vit fara øll at rinda ein nógv hægri prís, um Vladimir Putin ikki verður steðgaður.

 

Tað segði Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, sum er í ukrainska høvuðsstaðnum í dag.

 

Her viðgongur hann, at Nato hevur verið ov ússaligt at latið Ukraina vápn, men nú er gongd komin á.

 

Á tíðindafundi sigur Nato-aðalskrivarin, at øll fara at rinda ein hægri prís, um Vladimir Putin ikki verður steðgaður.

 

- Tað er ikki ov seint at steðga russiska forsetanum, og tað er ikki ov seint hjá Ukraina at vinna kríggið, legði Jens Stoltenberg aftrat.