Skráin fyri UEFA Nations League bólkaspælið er nú klár. Føroyar byrja á heimavølli hósdagin 3. september, tá Malta kemur á vitjan, boðar Fótbóltssambandið frá.
Seinnapartin týsdagin var lutakastið í samband við UEFA Nations League bólkaspælið, sum verður í heyst. Føroyar komu í bólk D1, saman við Lettlandi, Andorra og Malta.
Og nú er greitt, at føroyska liðið byrjar og endar bólkaspælið ímóti Malta. Hósdagin 3. september spæla Føroyar og Malta á Tórsvølli, meðan seinasta umfar verður spælt týsdagin 17. november. Tá hittast Malta og Føroyar á Ta Qali Stadion á Malta.
Skráin 2020:
3. september Føroyar – Malta
6. september Andorra – Føroyar
9. oktober Føroyar – Lettland
12. oktober Føroyar – Andorra
14. november Lettland – Føroyar
17. november Malta – Føroyar










