Natholdet við KÍ-fjeppara í kvøld

Sí videobrotið her

KÍ-omman hevur fingið allar Føroyar at skella í látri, og nú er hon eisini í ferð við at vinna hjørtuni á dønum. Rúna Frimannsdóttir er trúgvur KÍ fjeppari, og hetta gjørdi hon púra greitt í skemtiligari samrøðu við Kringvarpið, tá KÍ blivu føroyameistarar fyri tveimum vikum síðani.

Nú hevur Natholdet, sending á TV2, funnið fram til videobrotið, sum hevur ferðast kring allar Føroyar, eftir Amatøroyar deildu tað av fyrstan tíð.

Anders Breinholdt, vertur í Natholdet, plagar at vísa stutt skemtilig brot fyri gestum sínum í sendingini. Í kvøld verður gesturin Anders Lund Madsen, sum fleiri ferðir hevur vitjað har áður. 

- Vit elska hendan føroyska fótbóltsfjepparan! skrivar Natholdet á facebooksíðu síni.

<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fnatholdet%2Fvideos%2F2619453194778835%2F&amp;show_text=0&amp;width=560" width="560" height="315" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>