Í dag er 3. september. Tað merkir, at nátungatíðin skuldi verið upp á tað besta. Men, seinastu dagarnar hevur ikki viðrað nakað serligt til tøku á sjónum.
Teir fyrstu dagarnar av vertíðini høvdu vit rímiliga gott veður, og onkrar dagar fingu menn rættiliga væl av fugli kring landið.
Enn er tíðin ikki farin frá nátungunum, men so hvørt, sum dagarnir ganga, er neyðugt, at lotið ikki verður ov frískligt. Frískar lotið ov nógv, fer fuglurin á flog.
Onnur ár eru góðir nátadagar gjørdir í minsta lagi eina viku inn í september. Nógv veldst um, nær fuglurin er lagstur, og hvussu líkindini fara at roynast teir næstu dagarnar.
Nátungatíðin er hugnalig tíð á bygd og í bygdum, har fuglurin verður royttur og sviðin, kennist svidnaroykurin ramur í næsunum.
Myndin er tikin í Nólsoy, har báturin Knúkur júst er komin aftur av nátaveiði. Tað er Jákup av Skarði, sum situr á stýrhúsinum - og á bryggjuni stendur Allen Boggs.
Allen Boggs, sum býr í USA, hevur ættarbond í Nólsoy, haðani mamman var. Hetta er fyrstu ferð í 40 ár, at hann vitjar aftur í Nólsoy.
Myndina eigur Evy T. Nielsen, og henda myndin saman við fleiri øðrum er at síggja á facebook-síðuni - Nólsoy í myndum.