Natasja Hammer skoraði trý mál og Annika Fríðheim Petersen vardi málið, tá lið teirra, Haukar tapti greitt 26-34 fyri verandi íslandsmeistarunum, KA/Þór.
Haukar vóru betri við í fyrra hálvleiki. Í steðginum var heimaliðið á odda 17-14, men sum seinni hálvleikur leið økti KA/Þór um munin.
Fyri KA/Þór var tað avgerandi , at málverji teirra, Matea Lonac bjargaði 41 prosent av royndunum Haukar høvdu móti málinum hjá heimaliðnum.
Komandi leygardag klokkan 14 verður føroyingauppgerð. Tá taka Haukar ímóti Ingibjørg Olsen og liðfeløgum hennara í ÍBV, og so vóna vit nógv føroysk mál og føroyskar bjargingar.
| Nummar | Lið | Dystir | V | J | T | Stig | |
|---|---|---|---|---|---|---|---|
| 1 | Fram | 5 | 4 | 1 | 0 | 9 | |
| 2 | Valur | 4 | 4 | 0 | 0 | 8 | |
| 3 | KA/Þór | 5 | 3 | 1 | 1 | 7 | |
| 4 | Haukar | 5 | 2 | 1 | 2 | 5 | |
| 5 | Stjarnan | 5 | 2 | 0 | 3 | 4 | |
| 6 | HK | 5 | 1 | 1 | 3 | 3 | |
| 7 | ÍBV | 4 | 1 | 0 | 3 | 2 | |
| 8 | Afturelding | 5 | 0 | 0 | 5 | 0 |











