Næsta ár fara útreiðslurnar hjá landskassanum til lønir til almenn starvsfólk, at verða einar 20 milliónir hægri, enn tær eru í dag.
Tað verður úrslitið, um so er, at allar almennar lønir hækka tað sama sum lønir hjá Starvsmannafelagnum hækkar eftir nýggja sáttmálanum, sum varð undirskrivaði í gjár.
Sjónarmiðið hjá landsstýrismanninum er, at hesuferð fekk Starvsmannafelagið eina lønarhækking upp á 220 krónur sum eitt ískoyti fyri samráðingarnar í fjør, tá ið tey einki fingu.
- Men so fekk Starvsmannafelagið aftur 220 krónur í lønarhækking fyri í ár.
- Lønarhækkingin upp á 440 krónur um mánaðin, Starvsmannafelagið fekk hesuferð, er í veruleikanum talan um eina lønarhækking upp á tvær ferðir 220 krónur, sigur landsstýrismaðurin.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum staðfestir, at nú er ein sáttmáli gjørdur og endamálið er avgjørt, at hann skal vera fyrimynd fyri teir sáttmálar, ið koma aftan á og at hetta skal verða karmurin.
- Tá ið vit samráddust við Starvsmannafelagið hesuferð, meti eg tað soleiðis, at vit hava samráðst vegna allan tann almenna arbeiðsmarknaðin.
- Tað merkir, at tað, sum Starvsmannafelagið fekk, verður lønarkarmurin, øll hini alment starvsfólkini fáa.
Tað fer at svara til eina útreiðslu afturat upp á 39-40 milliónir krónur til lønir.
Hava vitað leingi
Men støðan er tann, at hvørki í ár, ella næsta ár, er nakað sett av á fíggjarlógini til lønarhækkingar.
Jørgen Niclasen sigur, at hetta er nakað, landsstýrisfólkini hava vitað leingi, tí tað er staðfest í játtanarkarmunum, sum eru samtyktir.
Sostatt hava tey havt umstøður og stundir at leggja so til rættis at neyðugu sparingarnar kunnu finnast.
- Tað stendur nú til tey einstøku landsstýrisfólkini at laga virksemið soleiðis til rættis, at játtanin heldur.
Jørgen Niclasen sigur, at hann kann ikki veita trygd fyri, at hetta ikki fer at føra uppsagnir við sær.
Men hann vísir eisini á, at í miðal fara eini 300 alment starvsfólk frá um árið, tí tey verða pensjónerað.
- Verður talan um at skerja talið á starvsfólkum, eigur at bera til at koma rættiliga langt, bara við at lata vera við at seta starvsfólk aftur fyri tey, sum fara frá við nátúrligari frágongd.
Hann vísir á, at verða allar 20 milliónirnar, sum tað almenna skal rinda meiri í lønum næsta ár, umroknaðar til starvsfólk, svarar tað kanska til eini 60 fólk.
- Tað merkir, at verður talan um eitt miðal ár til nátúrliga frágongd, fara 300 fólk úr starvið, men so kunnu 240 setast aftur, sigur landsstýrismaðurin.
- Tað átti eisini at latið seg gjørt at tálma útreiðslurnar 20 milliónir, tí tað er ein rættiliga lítil partur av eini fíggjarlóg upp á 4800 milliónir, leggur hann afturat.
Tað er áleið 0,4%, sigur hann.
Hinvegin vísir hann á, at tað er neyðugt at traðka á bremsuna og tálma útreiðsluvøkstrinum.
- Seinastu 11 árini eru útreiðslurnar hækkaðar yvir 4,8% í miðal, men inntøkurnar eru bara hækkaðar 2,2%.
- So tað sigur seg sjálvt, at vit máttu tátta í. Vit byrjaðu í ár, har vit tálmaðu útreiðsluvøksturin niður góð 2,2%, men næsta ár er skulu útreiðslurnar so ikki hækka yvirhøvur.