Hergeir Nielsen
Í staðin fyri eina sakliga viðger av málinum um narkosulæknan sum hvarv á Suðuroyar Sjúkrahúsi, velur Johan Dahl at fara eftir manninum heldur enn málinum.
Hesa mannagongd nýtir Johan Dahl hvørja ferð, hann kemur í ein tronga, og hetta verður so heldur ikki seinasta ferðin, vit síggja gor og gall vella upp um hálsvøl hansara, heldur enn sakligar grundgevingar fyri politiskum dugnaskapi ella -loysi.
Mín stórsti áhugi er at loysa hetta átrokandi mál fyri Suðuroyar Sjúkrahús. Hetta skylda vit tí fólki her býr, sum hevur brúk fyri teimum týdningamiklu tænastum, hetta sjúkrahús kann bjóða okkum.
Grein mín um “Narkosulæknan sum hvarv” var tí pínliga korrekt, og tað man vera júst tað, sum nívir allarmest.
Sum tingmaður gjørdist eg kunnugur um hetta mál upp til fíggjarlógarviðgerðina 2006, og skeyt tá beinanvegin upp at fáa viðurskiftini í rættlag.
Mær vitandi hevur eingin annar viðgjørt hetta mál, hvørki fyrr ella seinni.
Tá samgongan feldi málið fyri fíggjarárið 2006, bað eg í summar um ein fund á Suðuroyar Sjúkrahúsi, at viðgera átrokandi mál fyri fíggjarlógina 2007.
Samgongumenninir møttu eisini á hesum fundi, og har samdust vit tann 14. august 2006 um at skriva landsstýrismanninum eini kravboð um at játta Suðuroyar Sjúkrahúsi ein medisinara, ein narkosulækna og aðrar tekniskar ábøtur.
Fundurin, sum eg bað um, gekk væl, og skrivið til landsstýrismannin, sum vit allir fýra skrivaðu undir endaði soleiðis:
“Vit fara við hesum at krevja, at landsstýrismaðurin beinanvegin tekur stig til at útvega Suðuroyar Sjúkrahúsi frammanfyri nevndu lívsneyðugu játtanir.”
Krav okkara skuldu enntá fremjast við eykafíggjarlóg og í seinasta lagi á fíggjarlógini 2007.
Eykafíggjarlóg kom eingin, og á fíggjarlógini frá samgonguni fyri 2007 var eingin narkosulækni.
Fundarboð havi eg eingi fingið frá samgongumonnum, og einki havi eg hoyrt frá teimum um hvørki hetta ella onnur mál yvirhøvur.
Tí var neyðugt sum eina seinastu roynd enn eina ferð at skjóta tað upp sum minniluti, men tá lupu tríggir av teimum fýra, sum høvdu sent kravboðini til landsstýrismannin, fra sínum egna kravi.
Soleiðis sær tann pínligi parturin av veruleikanum út fyri Johan Dahl og hansara menn.
Onnur halda hinvegin nógv størri pínu vera í, at Suðuroyar Sjúkrahús ikki er á sama tryggleikastøði í læknamanning síni, sum Landssjúkrahusið og Klaksvíkar Sjúkrahús eru tað.
Tað hildu allir suðuroyartingmenn í august mánaða, og tað haldi eg framvegis.