Narkomálið nærkast endaligari avgerð

Stóra narkomálið við tí nógv umrødda bakmanninum, sum er ákærdur, er nú liðugt viðgjørt í Østre Landsret, og dómur skal nú sigast í málinum. Staðfestingin av nøgdunum fær mestur størstan týdning, tá áramál skal setast á fongsulsrevsingina

NARKOMÀLIÐ

Hin 16. januar í ár gjørdi løgreglan í Føroyum størstu atsóknina av sínum slag í Føroya søgu. Talan var eitt umfatandi kerv av rúsevnaseljarum, smuglarum og keyparum, sum varð avdúkað, mest sum alt í senn. Níggju mans vórður handtiknir hendan sama dagin, og fleiri vórður handtiknir seinni.
Løgreglan gjørdi tá greitt, at ein bakmaður eisini skuldi vera millum teir handtiknu. Hesin sami, ein 36 ára gamal dani, ið hevur búð í Føroyum síðani síðst í áttatiárunum, hevur seinastu dagarnar verið í landsrættinum, har ákæra er reist móti honum. Hann varð hin 31, mai í ár dømdur at sita 2 ár og 9 mánaðir í fongsul í Føroya rætti. Seinni fekk hann ein mánað afturat, tá alt málið ikki kundi avgreiðast í einum. Tann ákærdi kærdi úrsskurðin hjá Føroya rætti til Eystara landsret. Málið er seinastu dagarnar viðgjørt í Eystara landsrætti. Kæran snýr seg fyri tað nógva um at fáa niðursett revsingina, men eisini í einkultum førum snýr tað seg um, at tann ákærdi krevur frídøming.
Dorthe Møller Andersen er ákærið í málinum. Hon sigur, at málið stórt sæð er tað sama sum í Føroya rætti.
?Ákæruritið er broytt eitt sindur í nøkrum ákærum, men stórt sæð er talan um tað sama, sigur Dorthe Møller Andersen.
Ákæruritið er í 33 punktum. Fyri ein stóran part hevur tann ákærdi játta seg sekan, men stríð er oftani um mongdir.
Tann 36 ára gamli er ákærdur fyri brot á grein nr. 191 í straffulógini, sum er soljóðandi:
?Den, som i strid med lovgivningen om euforiserende stoffer til et større antal personer eller mod betydeligt vederlag eller under andre særligt skærpende omstændigheder overdrager euforiserende stoffer, straffes med fængsel indtil 6 år. Angår overdragelsen en betydelig mængde særlig farligt eller skadeligt stof, eller har overdragelsen af et sådant stof i øvrigt haft en særlig farlig karakter, kan straffen stige til fængsel i 10 år.
Stk. 2. På samme måde straffes den, der i strid med lovgivningen om euforiserende stoffer indfører, udfører, køber, udleverer, modtager, fremstiller, forarbejder eller besidder sådanne stoffer med forsæt til at overdrage dem som nævnt i stk. 1.?
Tey ?euforiserende? evnini talan er um í hesum málinum eru amfetamin, kokain og hassj. Talan er um dusandi evni, ið øll eru forboðin sambært listanum yvir dusandi evni hjá Sunhedsministeriet. .
Bæði løgreglan og ákæruvaldið hava fleiri ferðir gjørt greitt, at talan er um størsta mál av sínum slag í Føroyum. Málið fyllir í orðsins rætti týdningi eisini nógv. Ringbind eftir ringbind fylla í hesum rættarsal 1 í J.C. Schrøders gøtu, har landsrætturin hesar dagar hevur fingið innivist.
Løgreglan hevur í eitt longri tíðarskeið fylgt tí ákærdi og øðrum nær. Talan hevur m.a. verið um avlurtingar.

Vitnini
Hyggja vit eftir dóminum í Føroya rætti, so kunnu vit lesa burturúr honum, at tann ákærdi varð dømdur 2 ár og 9 níggju mánaðir. Av tí at eitt vitni, sum átti lut í einum parti av ákærunum, ikki kundi vera til staðar, tá málið var fyri í Føroya rætti, valdi rætturin at taka tann parti av ákæruni fyri seg. Tá vitnið aftur varð tøkt, kom tann ákæran fyri Føroya rætt, og tann ákærdi fekk tá ein mánað afturat upprunaligu fongsulsrevsingini.
Dómarin greiddi í sambandi við dómin frá, at hann legði størstan dentin á tær frágreiðingar, ið vitnini góvu í málinum. Í dóminum ger dómarin, Jørgen B. Petersen, greitt, hvørjar frágreiðingar frá vitnum, ið hann metir vera trúligar, og grundar dómin á hesar. Tann ákærdi verður av Jørgen B. Petersen dømdur fyri smuglan av tveimum av tveimum kg. av hassji og søla av harumframt ellivu kiloum. Somuleiðis er talan um bæði sølu og at vera viðvirkandi til smugling av bæði amfetamin og kokain. Mongdirnar eru so lagdar saman, og úrsskurðin er eitt samanlagt tal av hesum. Mongdirnar, ið dómarin kom til, vóru væl lægri enn tær, ið ákæruvaldið helt vera rættar, og hægri enn tær verjin, Christian Andreasen, helt vera tær røttu.
Í teimum flestu førum eru vitnini bæði ákærd og dømd fyri teirra part av ákæruni í egnum rættarmáli.
Vitnini í Eystara landsrætti hava fyri so vítt verið júst tey somu sum í Føroya rætti. Okkurt vitni er ikki biðið um at koma aftur. Tað sama vitni, ein føroyingur, sum ikki var til staðar í Føroya rætti, hevur heldur ikki vitna í landsrættinum. Orsøkin er, at vitnið siglir við fiskiskipi í løtuni og kann tí ikki vera tilstaðar. Hansara frágreiðing frá Føroya rætti varð lisin upp. Talan verður ikki um, at tann parturin av málinum verður viðgjørdur fyri seg í Eystara landsrætti.
Øll vitnini í málinum havt beinleiðis samband við tann ákæra og hansara leiklut í føroyska rúsevnaumhvørvinum.
Eitt vitni hevur smuglað rúsevni, hassj og kokain, til Føroya fyri tann ákærda. Vitni arbeiddi sum flogtænari, og hann kundi sostatt flyta rúsevnini millum Føroyar og Danmark. Vitnið er sjálvur dømdur eitt ár handan rimarnar.
Onnur vitni hava greitt frá, at tey hava keypt og í fleiri førum eisini selt rúsevni fyri tann ákærda. Av einum vitni verður hann kallaður fyri ?tann leiðandi rúsevnaseljarin í Føroyum?. Sami vitni vil eisini vera við, at tann ákærdi hevur rúsevnini sum livibreyð.
Felags fyri ein stóran part av vitnunum er tað, at hesi hava nýtt rúsevni sjálvi, og hetta hevur sett síni spor í minninum á teimum.
Fyri flestu ?kundarnar? hjá tí ákærda er tað galdandi, at teir fyrst hava fingið rúsevni ókeypis í samband við veitslur ella líknandi. Síðani eru hesir byrjaðir at keypa frá honum. Onkur hevur fyri tað nógva selt víðari til onnur. Talan er eftir øllum at døma um ein rættiliga stóra skara av føroyingum, ið umvegis seljarar eru kundar hjá tí ákærda.
Tann ákærdi hevur eisini sjálvur vitna í rættinum, og hann hevur fyri ein stóran part játtað seg sekan.

Mongdirnar avgerandi
Sum áður nevnt givið fongsulsrevsing eftir nøgdunum á rúsevnum. Seinastu dagarnar hevur viðgerðin í Eystara landsrætti eisini snúð seg um mongdir.
Dorthe Møller Andersen greiddi í málevnisumrøðuni frá, at vanliga í Føroyum gevur søla av einum kilo av hassji 60 dagar fongsul.
Út frá hesum er tað lætt at skilja, at tað altumráðandi hjá tí ákærda, at nøgdirnar verða gjørdar so lítlar sum gjørligt. Serliga tey ?hørðu? evnini, t.e. kokain og amfetamin, geva væl strangari revsing.
Tað hevur gingið slag í slag við teimum nógvu vitnunum. Í ákæruritinum verður ein mongd ásett, og hesi heldur ákærin seg so til. Verjan harafturímóti setir spurnartekin við mongdina. Tá greið prógv ikki fyrileggja um mongdir, so skapar hetta ein iva, og hetta roynir verjin at fáa sum mest burturúr. Oftast liggur nøgdin, ið tann ákærdi metir vera rætta, nakað væl undir tí, ið ákærin og ofta vitnini siga. Vanliga ?minnast? vitnini rættiliga illa, og samanlagda nøgdin er oftani ein meting útfrá títtleika av keypum osfr.
Í Føroya rætti var tað sum nevnt fyrst og fremst tær, sambært dómaranum, trúligu frágreiðingarnar, ið góvu bonus fyri ákæran.

Hvar eru pengarnir?
Tað er fatanin hjá ákæruvaldinum og løgregluni, at tann ákærdi er eitt slag av einum bakmanni ? ein professionellur rúsevnasamskipari, ið samskipar størsta partin av rúsevnasøluni í Føroyum.
Talan er, sambært ákæruvaldinum, um rættiliga stórar nøgdir, og hetta skuldi eisini givið nakrar krónur á kistubotnin hjá tí ákærda. Í Føroya rætti varð tann ákærdi dømdur at gjalda 650.000 kr. Hetta skuldi verið vinningurin fyri søluna. Hesar pengarnir hevur rætturin tó ikki fingið, og nógv týður uppá, at landið ongantíð fær pengarnar.
Bæði løgregla og ákæruvald hava nevniliga, sambært tí,s um er ført fram í landsrættinum, ikki ánilsi av, hvar vunnið peningurin fyri rúsevni hjá tí ákærdi eru. Pengarnir kunnu vera goymdir í Danmark, men tað hevur ikki eydnast at prógva nakað. Løgreglan hevur gjørt eina økonomiska analysu av fíggjarstøðuni hjá tí ákærda. Har eru teir komnir til, at tann ákærdi hevur stóra skuld í sambandi við virkið hjá honum, ið millum annað hevur givið bløð út.
Ákæruvaldið heldur tó fast við, at tann ákærdi hevur vunnið 1,3 mió. uppá rúsevnasølu. Tað er komið fram í rættinum, at vinningurin fyri hassj hevur verið um 50 kr./g, fyri amfetamin um 300 kr./g og fyri kokain einar 800 kr./g
Prísurin fyri hassj í Føroyum er ? ella hevur verið, tá ákærdi seldi ? 125 kr./g. Amfetamin fæst fyri einar 800 kr./g, og tað skulu 1,600 kr. til fyri at keypa sær eitt gram av kokaini.
Tann ákærdi kann vísa á eina skuld hjá sínari fyritøku áljóðandi millum 150-200.000 kr.
Í sama viðfangi kunnu vit nevna, at fleiri av vitnunum hava greitt frá, at heilar árslønir ? upp til 350.000 kr. ? eru nýttar til at keypa rúsevni fyri.
Heldur ikki er tað komið fram í hesum málinum, hvaðani rúsevnini koma frá. Greitt er, at tey koma úr Danmark til Føroya. Í fleiri førum hevur verið talan um ein millumann, men einki kom sum so fram í Eystara landsrætti, hvaðani evnini upprunaliga koma frá ella hvør selur tey til Føroya.

3 ár og 9 mánaðir
Síðani 17. januar í ár hevur tann ákærdi ? tann høvuðsákærdi ? sitið fongslaður. Sostatt hevur hann í skrivandi stund sitið innibyrgdur í hálvanníggjunda mánað. Hetta verður so drigið frá revsingini, ið hann verður dømdur av landsrættinum.
Dorthe Møller Andersen, ákæri, segði í málevnisumrøðuni, at 3 ár og 9 mánaðir er hóskandi straffur fyri lógarbrotini hjá tí ákærdi. Christian Andreasen heldur harafturímóti, at straffurin í mesta lagi kann vera 20 mánaðir.
Greitt er, at tann ákærdi í mesta lagi kann verða dømdur fýra ár handan rimar. Áðrenn Eystari landsrættur fer av landinum verður revsingin væntandi greið.
Møguleiki er at kæra úrsskurðin hjá Eystara landsrætti fyri Hægsta rætti. Tann kæran fær tó bert ávirkan á sjálva longdina á revsingini. Tann endaliga avgerðin um skuld verður staðfest í landsrættinum.