Narayana vitjaði Vág

Seglbáturin S/y Narayana vitjaði fríggjadagin 16. august á Vági, eftir hava verið á ferð í úr Miami síðani tann 30. juni. Steðgurin í Vági var stuttur og hildið var skjótt fram til Noregs, har ferðin endar

Norski seglbáturin N/Y Narayana lá fríggjadagin á Vági og tá hevði manningin ikki nomið land, síðani fráferðina úr Miami tann 30. juni.

Málið er at koma til Steigen í Noreg.
Tað eydnaðist ikki tygara útsenda at fáa orð á manningina, ið nýtti stuttu tíðina í Føroyum at hvíla í. Tær ferðirnar, vit hugdu framvið á bryggjuni, var eingin omandeks. Men fylgjast kann við ferðini hjá Narayana á internetinum. Har sæst, at ætlanin júst hevuir verið at koma til Suðuroyar hóskvøld. Har er samband til góð hjálparfólk, ið skulu koma til hjálpar at fáa seglbátin trygt í Havn og ein Magni skal setast av. Hetta sæst í dagbókini, ið sæst á netinum, og eisini sæst, at skiparin eitur Jan Erik.

Eisini sæst kort yvir afturum løgdu ferðina og frágreiðing og myndir av ódnini Arthur, sum trupulleikar hava verið av á ferðini.

Leygardagin var Narayana farin víðari. Talan er um seglbát úr træi. Í skrivandi løtu er heimasíðan bert dagførd til tann 15. august, har taðå sæst, at komið er undir føroyar.

Fylgjast kann við ferðini hjá Narayana á heimasíðuni <font face="Arial" size="3"><a href="http://www.kun.nl.no/atlanter.html" target="_blank">www.kun.nl.no/atlanter.html</a></font>