Chelsea tapti í kvøld 3-1 móti Napoli í fyrru 1/8 finaluni í Champions League. Chelsea kom á odda við máli, ið Juan Mata skoraði, men tvey mál frá Ezequiel Lavezzi og eitt frá Edinson Cavani vendu uppgerðini á høvdið. Real Madrid misti í evstu løtu leiðsluna í Moskova.
Tað kom óvart á tey flestu, at bæði Frank Lampard og Ashley Cole vóru á bonkinum. Undan dystinum tosaði Jamie Redknapp, viðmerkjari hjá Sky Sports, um eitt maktstríð millum ávísar leikarar og venjaran, Andre Villas-Boas. Jamie Redknapp og Frank Lampard eru skilmenn og tí veit Jamie Redknapp gjarna okkurt, ið vit ikki vita.
Chelsea kom annars væl frá byrjan og legði seg á odda tá fyrri hálvleikur var næstan ein hálvan tíma gamal. Ein kulla í vøllinum tók Napoli miðverjan, Paolo Cannavaro, á bóli. Tað endaði við at bólturin, ið hann skuldi sparka vekk, fór beint upp í loft og endaði fyri føturnar á Juan Mata, sum lættliga kundi leggja gestirnar á odda.
Seinasta korterið tók Napoli yvir. Fyrst javnaði Ezequiel Lavezzi við skoti uttanfyri brotsteigin og síðani legði Edinson Cavani heimaliðið á odda. Bólturin varð sendur innfyri úr høgru og framherjin úr Uruguay var fyrstur á við økslini og legði Napoli á odda.
Í seinna hálvleiki tók Chelsea yvir leikliga og eina løtu var tað bara ein spurningur um nær Chelsea fór at javna. Men Napoli eru sterkir í skjótálopunum og tað prógvaði italska liðið tjúgu minuttir inn í seinna hálvleiki. Eitt skjótálop endaði við at Edinson Cavani við Chelsea málverjanum, Petr Cech, í rygginum kundi trilla bóltin til ein púra leysan Ezequiel Lavezzi, sum skoraði.
Chelsea helt fram at trýsta og skifti millum annað Michael Essien og Frank Lampard inn. Aftur var tað tó Napoli, ið kom nærmast eftir eitt skjótálop, men Ashley Cole bjargaði strikuni. Trýstið bara veksur á Andre Villas-Boas.
Fyrr í kvøld spældu CSKA Moskova og Real Madrid javnleik. Cristiano Ronaldo legði Real Madrid á odda í fyrra hálvleiki, tá verjan hjá CSKA Moskova ikki fekk ruddað vekk eftir innlegg úr høgru. Cristiano Ronaldo var skjóti og smekkaði til.
Real Madrid hevði rímiligt tamarhald á dystinum, men í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, javnaði heimaliðið. Eftir horna bleiv bólturin stútaður innfyri aftur til Pontus Wernbloom, ið javnaði til endaliga úrslitið 1-1.
Real Madrid skuldi ikki havt stórvegis trupulleikar við at komi víðari um tríggjar vikur.
Champions League 1/8:
21/2:
CSKA Moskova Real Madrid 1-1
0-1 Cristiano Ronaldo, 28
1-1 Pontus Wernbloom, 90+3
Napoli Chelsea 3-1
0-1 Juan Mata, 28
1-1 Ezequiel Lavezzi, 38
2-1 Edinson Cavani, 45+2
3-1 Ezequiel Lavezzi, 65
22/2:
FC Basel Bayern Munchen (19:45)
Marseille Inter Milan (19:45)
15/2(Spælt í farnu viku):
Zenit Benfica 3-2
0-1 Maxi Pereira, 20
1-1 Roman Shirokov, 27
2-1 Sergei Semak, 71
2-2 Oscar Cardozo, 87
3-2 Roman Shirokov, 88
AC Milan Arsenal 4-0
1-0 Kevin-Prince Boateng, 15
2-0 Robinho, 38
3-0 Robinho, 49
4-0 Zlatan Ibrahimovic, 79 br
14/2:
Bayern Leverkusen Barcelona 1-3
0-1 Alexis Sanchez, 41
1-1 Michal Kadlec, 52
1-2 Alexis Sanchez, 55
1-3 Lionel Messi, 88
Lyon Apoel Nicosia 1-0
1-0 Alexandre Lacazette, 58