Nani ikki við í Føroyum

Fyrrverandi Manchester United spælarin er ikki við

Portugal er annað enn bara Cristiano Ronaldo, sjálvt um hann fyllir nógv. Ein teirra er fyrrverandi Manchester United spælarin Nani.

 

Núverandi Valencia spælarin er ikki við í Føroyum. Hann bleiv testaður áðrenn túrin til Føroyar, men er ikki klárur at spæla.

 

Nani spældi frá 2007 til 2015 við Manchester United, har hann eitt tíðarskeið bleiv nevndur sum avloysarin hjá Cristiano Ronaldo, men tað megnaði hann ongantíð ordiliga at liva upp til.

 

Í hasara stað er komin Raphaël Guerreiro, sum í summar skifti til Borussia Dortmund.