Tað var í novembur í fjør, at Nani gramdi seg í miðlinum um at hann skilti ikki venjarin hjá sær, Sir Alex Ferguson. Manchester United venjarin hevur fleiri ferðir fyrr tveitt spælarar út, tá teir hava sagt ov nógv alment. Millum teir eru verjuspælarin Jaap Stam og fyrrverandi liðskiparin, Roy Keane. Tí mettu fleiri, at Nani nú fór at fáa somu lagnu.
Men í dag boðar Manchester United frá, at teir hava longt sáttmálan við portugisiska vongin, Nani. Nýggi sáttmálin er galdandi til 2014.
-Eg er fegin um at hava skrivað undir ein nýggjan sáttmála. Tað er sum ein dreymur, ið er blivin veruleiki, at spæla við Manchester United, sigur Nani.
Manchester United keypti Nani fyri yvir 150 milliónir krónur í 2007, men til tíðir hevur hann havt trupult við at vinna sær fast pláss á liðnum.
-Nani hevur tikið seg nógv fram síðani hann kom til Manchester United. Vit eru glaðir fyri at Nani hevur longt sáttmálan og eg eri vísur í, at hann kemur at hava eina langa og væleydnaða framtíð í felagnum, sigur Sir Alex um Nani.
Manchester United er í morgin á vitjan hjá Bolton.