Semingsmenninir gjørdu sítt arbeiði, tá tað í dag eydnaðist at fáa semju í lag millum Pedagogfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið, aftaná at samráðingarnar slitnaðu í heyst.
Á teirra heimasíðu greiðir Pedagogfelagið frá nýggju avtaluna, og hvat hon hevur at siga fyri teirra limir.
Felagið boðar frá, at semjan byggir á ein karm á umleið 4,15% yvir tvey ár umframt eina broyting í starvslærarasamsýningini. Lønirnar hækka við 2% frá 1.oktober 2015 og við 1,88% frá 1. oktober 2016.
Nýggja avtalan eisini nakrar batar fyri hjálparfólkini. Tey hava higartil verið lønt eftir stigunum 1-7, men verða nú flutt upp til stigini 2-7. Harumframt eru lønarstigini hjá námsfrøðingum, ið arbeiða hjá kommununi broytt, soleiðis at tey verða javnsett við námsfrøðingar, ið arbeiða hjá landinum.
Nýggi sáttmálin inniber eisini, at øll fastlønt hjá Pedagogfelagnum fáa rætt til eftirløn.

Mynd: Pedagogfelag.fo
Námsfrøðingar fáa 4,15 prosent lønarhækking

Mynd: Pedagogfelag.fo

Mynd: Pedagogfelag.fo

Mynd: Pedagogfelag.fo

Mynd: Pedagogfelag.fo

Mynd: Pedagogfelag.fo

Mynd: Pedagogfelag.fo