Vísindanevndin hjá hvalaveiðufelagskapinum NAMMCO byrjaði sín árliga arbeiðsfund í Gjáargarði fyrrapartin. Komandi vikuna skulu vísindafólk fyri hvalaveiðutjóðirnar í Norðuratlantshavninum leggja fram hagtøl, stovnsmetingar og annað.
Umframt tey tíggju í vísindanevndini, har millum annað lívfrøðingurin Bjarni Mikkelsen úr Føroya Náttúrugrípasavni situr, eru tveir eygleiðarar við ? annar úr Russlandi, hin úr Japan.
Tað, sum kemur burturúr arbeiðsdøgunum í Gjógv hesa vikuna, skal ætlandi setast í eina frágreiðing, sum síðani verður løgd fram á ársfundinum hjá NAMMCO, sum verður í Oslo frá 12. til 15. september.










