Nalvin er navnið á nýggja handlinum, sum í dag letur upp í Hósvík. Hetta er ein handil, sum selur bøkur og málningar. Orsøkin til navnið er, at áður hevur ein kiosk við hesum heitinum hildið til í hølunum. Hon er í dag hildin uppat, men navnið hevur fest seg við.
At gera eitt framsýningarhøli, har listafólk, kunnu sýna sína list fram uttanfyri Havnina hevur leingi verið ætlanin, men av ymsum orsøkum er seinasta stigið ongantíð tikið. Men nú verður so latið upp.
Hølið liggur væl fyri ? nær við landsvegin og sýnisglugga, sum vendir oman ímóti vegnum.
Listaframsýning
Á fyrstu framsýningini í handlinum verða tað tveir listarmenn, sum sýna fram.
Suni F. Jacobsen, sum er ein royndur málari, og Uwe Brand, sum er týskari.
Suni F. Jacobsen hevur tikist við at mála í meira enn fimmti ár. Hann hevur verið við á nógvum framsýningum, eisini uttanlands. Suni er gøtumaður, borin í heim í 1950. Fyrstu ferð hann sýndi fram var í 1951, og hann var við á ólavsøkuframsýningini út í sekstiárini og nakrar ferðir seinni.
Listarmaðurin úr Gøtu arbeiðir við olju, pastell, akvarell, penni, blýanti og koli. Annars hevur hann fingist við aðrar listagreinir, sum til dømis yrking og eitt sindur av tónasmíði, skriving og týðing.
Uwe Brand er úr Týsklandi, men hann hevur fleiri ferðir verið og vitjað í Føroyum. Hann er gávuríkur listarmaður, sum hevur ferðast víða, og frá hesum ferður eru nógvu málningar hansara. Teir, sum hanga í Nalvanum, eru tó við føroyskum evnum.
Umframt at mála undirvísir Uwe Brand eisini á einum miðnámsskúla. Hann byrjaði sum listamaður tíðliga í 80´unum, og hann royndi seg sum pallmálara, andlitsmálara og teknaði ? myndprýddi ? eisini nakrar bøkur.
Síðani 1990 hevur hann havt 15 ymsar framsýningar í ymsum londum í Evropa.
Nalvin hevur opið yrkadagar frá klokkan 18, og leygar- og sunnudagar frá 15 ? 18.










