Nalvaskoðan ella býráðsarbeiði

At hyggja eftir hvat hinir hava gjørt ? ella heldur, ikki hava gjørt ? at líta aftur á gamlar syndir og mistøk, sjálvrós v.m. tykist at vera besta valagnið hjá ávísum valevnum.

Leivur Nygaard,

valevni á Samgongulistanum á Tvøroyri



Neyvan bíta veljararnir á hetta vána agn, og tað tykist bíligt, bert at borðreiða við slíkum oftani ósannindum og veruleikareingingum. Onnur mál eiga at verða raðfest fremri.

Hóast eg eri valevnið til býráðsvalið hesuferð, fari eg ikki at nýta høvi at spilla onnur valevni út ella at stinga tey í ryggin. Haldi ikki, at hetta førir til nakað, og eg fari ongantíð at nýta útspilling og persónligt agg til at føra meg sjálvan fram í ljósið. Hetta er ódámligt, og ein skal verða reiðiliga skuldarleysur sjálvur.......

Aðalmálið ? tað sum allir býráðspolitikarir og valevni skuldu sett hægst, er samstarv tvørtur um politisk mark. Tað er tí hugstoytt, at valevni nú rópa um samstarv, tá teir søgdu nei takk, tá tað stóð teimum í boði. Einasta rætta var, um bert tann eini vallistin var til býráðsvalið. Málið má verða tað sama ? at arbeiða fyri plássinum og teimum borgarum her búgva. Markleyst er tað, vit kunna gera, bert vit standa saman.


Skuldin

Skuldin hjá Tvøroyrar Kommunu er risastór, og er um at køva allan framburð á plássinum, men seinastu árini er rættiliga nógv niðurgoldið. Um árslok 2000 verður skuldin um 130 milliónir ella einar 3 ? 4 álíkningar. Um tað letur seg gera, og heldur enn at standa við húgvuni í hondini, og verða spottaðir av restini av landinum, áttu vit at sagt nei takk til saneringina, og goldið skuldina sjálvir.

Tá kundu vit enn einaferð rætta ryggin og sagt, at vit hava goldið, tað vit hava nýtt. Hetta ljóðar kanska djarvt, men eg ivist onga løtu í, at vit høvdu megna tað, um vit stóðu saman um tað. Tað hevði, um niðurgjaldingin heldur fram sum nú, tikið eini 6-8 ár at komið niður á eina rímuliga, um ikki onga, skuld. Uttan iva verður tað strævið, og nógv má helst útsetast, men ein stór uppliving hevði tað verið, at sloppi at goldið seinasta avdráttin við egnum pengum. Tvørafólk hava saman tikið so mangt ódnartakið, og hevði ivaleyst megna og vilja hetta við.


Tekniska støðan

Tekniska støðan í býnum er sum heild vánalig. Her er brúk fyri peningi, nógvum peningi, til útbygging og viðlíkahald av so at siga øllum ognum Býráðsins. Stóru bygningarnir eru í sera ringum standi. Vegirnir út av lagi vánaligir og í støðum lívshættisliga smalir. Atløgubryggjan á Tvøroyri er alt ov lítil og partar av henni eru um at smokka saman. Drekkivatni er bert reint í pørtum av býnum, stórur tørvur er á parkeringsplássum í miðbýnum - og vit ganga undir í seyðalorti har slíkur ikki eigur at finnast. Partar, stórir partar, av býnum eru sera óruddiligir og ótrivaligir, og er tað skomm at ikki meira verður gjørt við hetta. Hygg eftir økinum við gomlu bedingina til dømis.

Alt rætta alt hetta krevur risastórar íløgur. Her má raðfestast og ein langtíðaríløgurætlan má gerast, har sett verður út í kortið, hvussu fram skal farast.