Hámessan
Tað, sum er týðningarmikið - og sum mong menniskju ikki hava fingið fatur í, er, at hámessan er ein vernd móti at enda í misfataðum, individualistiskum privatkristindómi. Individulastiskur kristindómur kemur best til orðanna í vitnisburðum: "Eg havi upplivað... tú mást uppliva tað á sama hátt sum eg...." Kirkjuliðið heldur guðstænastu sum eitt fólk. Har er tað ikki eg, men vit, vit, sum ikki eru eins, men eitt í guðstænastuni. Guðstænastan er skipað við liðum, sum liggja føst, so at einstaklingar ikki kunnu koma at krevja sítt. Guð hevur álagt okkum at hava guðstænastastu. Hann kallar sítt doypta fólk saman. Orðið kirkja endurgevur griska orðið ekklesia - Guðs samankallaða fólk. Gjøgnum hámessuma síggja vit samanhangin aftureftir til ættirnar áðrenn okkum gjøgnum allar tær mongu øldirnar, til fedrar og møður, til trúbótarmenninar, miðaldarkirkjuna, fornkirkjuna, ápostlarnar og til Kristus sjálvan, ja, heilt aftur til tey trúgvandi í gamla sáttmálanum, hvørs guðstænasta á mangan hátt er mynstur fyri okkara guðstænastu. Dømir: Tann aronitiska signingin, orð sum Halleluja, hosianna og Amen, stava frá tí jødisku guðstænastuni í templinum og synagoguni. Á sama hátt gongur veksilsangur og messusangur eisini aftur til ta jødisku guðstænastuna. Tað sama gera teir bíbilsku sálmarnir enduryrktir til okkara føroyska mál. Tín miskunn o Guð, Yndislig føgur, Sálmin legg á tungu mína, Lovsyng tínum Harra, o. fl. Aftureftir peikar umframt trúarjáttanin, bønarbókin, messuklæðini. Eisini peikar hámessan frameftir: Trúarjáttanin: "... higani hann skal koma at døma livandi og deyð ...", " ... lív um aldur og ævir". Í dópinum eru vit endurfødd til eina livandi vón. Altarborðið og hin hálvi altarringurin peika bæði aftureftir og frameftir
Tá ið alt annað broytist, eiga vit altíð at kenna okkum aftur í kirkjuni. Tí kann heldur ikki ein og hvør vera trúbótarmaður, tá ið tað er neyðugt. Kirkjusøgan lærir okkum - og ikki minst okkara egna tíð, hvat skeivir persónar voldu, ið tóku sær fyri at reformera, men sum ístaðin revoultioneraðu. Enntá Luther, sum er okkara stóri trúbótarmaður, fór skeivur í onkrum - meira enn so. Í kirkjuni hava vit ritualir og fastar tekstir, við teimum gjøgnumhugsaðu justeringum, sum tíðin krevur, trúarorð, sum eru júst tey somu, sum undanfarin ættarlið hava sagt. Í kirkjuni koma vit inn í samfelag teirra heilagu og knýtast saman við tí. Har koma vit ikki saman sum eitt publegum til undirhald, av teirri orsøk, at har kann ikki hvat sum helst ganga fyri seg.
Ein deyð kirkja
Tá ið tosað verður um eina deyða kirkju, so tosar ein um seg sjálvan. Hugsi um tey árini eg var trúboðari í einum lítlum býi í Danmark. Har var umframt fólkakirkjuna eisini tvær fríkirkjur. Tað var sannur rómur í báðum fríkirkjunum, tosa var um tað frælsi, tey høvdu fram um fólkakirkjuna, og hvussu nógv meira og annað, tey kundu loyva sær har, eitt nú, at ein og hvør kundu tala í teirra kirkjum. Í fjør vitjaði eg aftur í býnum. Nú var onnur kirkjan stongd, tí eingin kom har longur, í hinari var nærum útkólna, bara um onkur fremmandur prestur kom, kundi vera hildin guðstænasta. Men fólkakirkjan hon var hin sama. Hvønn sunnudag ringdi klokkan og hitt lítla kirkjuliðið samlaðist støðugt - og ikki nóg mikið við tí - tey fáu, sum eftir vóru av fríkirkjufólkunum, vóru farin at ganga í fólkakirkjuna. Tað er ikki altíð so nógv hald í tí, sum sær stórt og livligt út. Tað kann bara vera skúma upp - glitrandi og ógvusligt eina tíð, so gerst tað trivielt og ein orkar ikki longur at halda flognum.
Sangur og ljóðføri
Í okkara tíð verður stórur dentur lagdur á, at dygdin í tónleikinum og í ljóðførunum skal vera á hægsta støði. Hvat um vit eisini kravdu, at boðskapurin í sanginum var á líka høgum støði? Innihaldsliga er lítil dygd í nógvum nýggju andaligu sangum, vit hoyra í okkara tíð. Tað er ein endurtøka av somu orðum, eingin tráður, eingin boðskapur, eingin sundurgreinan, ið er ætlað menniskjum í lívsins ymisku viðurskiftum, sum gleði og sorg, halgan og friður, trúarstríð og sigur v.m. Og skaldskap er ofta torført at fáa eyga á. Tað eru fá, ið hava sett seg niður og gjørt sær ómak av at skriva eina prædiku gjøgnum sangin. Nógv má sigast vera líka tómt, sum tað, vit hoyra av sjangru í útvarpinum, ið ikki er so mikið sum rættlisið. Tí hevur tað lítla og onga livitíð. Tað slítist ikki uppá tað, sum teir sálmarnar, ið eru hundratals ár gamlir. Ofta er tú eisini í iva um, hvat er verðsligur sangur og hvat er andaligur sangur, ið tú hoyrir.
Kirkjan vil ikki hava nýggjar sálmar og sangir, verður sagt. Jú, vit skulu hava nýggjar sálmar, og nýggir sálmar eru yrktir gjøgnum allar øldir, eisini í okkara tíð. Men tað er avgjørt ikki alt, ið er borðbart í einari sálmabók. Tá ið um dygd ræður, má vera eitt minsta mark. Tó skal her sigast, at okkara seinasta útgivna Sálmabók útistongdi nógvar dygdar sálmar og sangir, meðan tiknir vóru aðrir við, sum bara eru ífylla.
Eisini hoyrir tú onkuntíð menniskju siga: Eg komi ikki í kirkju fyrr enn mítt yndisljóðføri verður ført inn ístaðin fyri urguna. Har kemur aftur individualisman ístaðin fyri felagsskapin. Einum dámar klaver, tí næsta harmoniku, tí triðja floytu, tí fjórða tuba, tí fimta trummur, tí sætta guitar, tí sjeynda saxogfon, tí áttanda mandolin, tí nígginda blokkfloytu, tí tígginda violin, tí ellivinta og tólvta og trettanda okkurt heilt annað. Er torført at finna urguleikarar til kirkjurnar, verri verður at fáa allar hesar tónleikararnar upp hvønn sunnumorgun at leika á hasi ljóðførini. Skal urgan út úr kirkjuni, hvar skulu so øll hasi ljóðførini standa í einari føroyskari bygdarkirkju? Og hvør skal leika á tey? Mundi tað ikki bara verið eitt upplop nakrar sunnudagar, so var eingin longur at spæla, og vit sótu eftir við ongum, heldur ongum urguleikara, tí vit skulu væl halda fast við, at guðstænasta skal vera hvønn sunnudag á middegi, ella?
Onkur sigur kanska: Tú er ivaleyst ein, ið bara lurtar eftir urgutónleiki. So er ikki. Urga er ikki tað ljóðføri, mær dámar best, og eg kundi ikki funnið uppá gjøgnum vikuna, at spælt urgutónleika. Men hóast mær dámar nøkur ljóðføri betur enn urgu, so vil eg saman við nógvum øðrum kirkjufólki, at spælt verður við henni til sálmasangin, tá ið vit eru í kirkju. Hon er vald sum kirkjunnar ljóðføri og bara við henni ber til at syngja tann føroyska sálmasangin. At fólk, sum hava verið uttanlanda, í Danmark, Noregi, í USA, í Afrika og aðrastaðni, koma heim aftur við krøvum um, at nú skulu vit innføra hetta í Føroyum, tí hetta er tað rætta, gevið eg einki fyri.
Jú men, alt er komið uttanífrá, eisini kristindómurin, sigur onkur. Ja, kristindómurin er komin til Føroyar eins og hann er komin til onnur lond, men tað var ymiskt, hvussu siðirnir við guðsdyrkanini gjørdust í teimum ymisku londunum. Í USA er munurin stórur millum tær túsund ymisku kirkjurnar og sektirnar har. Vit at føra tað villastu amerikonsku guðsdyrkaninna við róp og lógvabrestum inn í Føroyum, ella tað guðsdyrkan, sum ferð fram í junglinum í Afrika, brýtur ein lyndi í føroyinginum og tann gamla siðin við okkara guðsdyrkan. Í Føroyum fer - ella fóru - tey stillisliga um hurðarnar og teskaði, tá ið tey stóðu á heilagari grund. Hvør torir pástanda, at okkara siðir og guðslív ikki er líka inniligt og rætt sum hjá hinum, fyri tað um vit ikki bera okkum at á sama hátt sum tey? At betri hald er í átrúnaðarligum amerianskum romantikki, ivist eg í.
Tvær guðstænastur sunnudag
Sum skilst, so vilja nøkur hava tvær guðstænastur sunnudag, eina til hvønn smagin. Tað má so merkja, at nøkur fara ikki í kirkju á miðdegi og gerast sostatt fremmand fyri hámessuni. Tey bíða til seinnapartin ella um kvøldið, tá ið "teirra guðstænasta" verður, sum teimum dámar. Tá verður mín sunnudagur at fara í kirkju helst bara tann dagin floytuguðstænasta er. Hóskandi hevði tá verið at broytt nøvnini á sunnudøgunum, at teir ikki longur eita trinitatis-sunnudagar, men klaversunnudagur, harmonikusunnudagur, saksogfonsunnudagur o.s.fr. so vistu fólk, nær teirra guðstænastudagur var.
Hetta er tað saman, sum hendir innan samfelagslívið, grøvin, sum grivin er millum børn, foreldur og gomul. Tað er ein sundurskiljing av ættarliðium, sum ger eina tjóð blóðfátæka, bæði verðsliga og andaliga. Her átti kirkjan at hildið fast um felagsskapin - í hvussu so er bara ein tíma um vikuna. Tann tíman máttu øll kunna hildið út. Tí spyr ein: Hví vilja nøkur so partú hesum eina tímanum á miðdegi sunnudag til lívs? Er tað tí at menniskju eru av teirri fatan, at átrúnaðarliga dygdin er bara at finna í nøgdini av fólki? At prógvið um at Guð er við, er at talið er høgt? Guðs kirkja livir nú einaferð ikki av tølum, men av Guðs orði, og ikki Kristus, men Antikrist er eyðkenni við tølum.
At hámessan er vorðin fátækari tær seinnu øldirnar, skyldast rationalismuna, sum tók m.a. tað hátíðarliga burtur, so at alt skuldi vera so einfalt, óhátíðarligt og tómt sum gjørligt. Har er ein møguleiki at taka hesi dýru virði innaftur í guðstænastuna. so at kirkjuliðið kann taka enn størri lut í guðstænastuni. Tað er at fegnast um, at ein liturgisk veking er hend tey seinnu árini eitt nú í donsku kirkjuni. Vónandi fer hetta at breiða seg meira út, so at guðstænastan á miðdegi aftur verður ein hátíðarlig messa við øllum teimum liðum, sum eiga at vera í henni.
Mint verður enn einaferð á misfataðan einstaklinga-kristindóm og eitt kirkjulið.