Nakrir av bestu fimleikarum okkara til Helsinki

Ì dag fóru fýra av okkara bestu fimleikarum til Finnlands at luttaka í norðurlendska meistaraskapinum í amboðsfimleiki.

Ì dag fóru fýra av okkara bestu fimleikarum til Helsinki í Finnlandi, at luttaka í norðurlendska meistaraskapinum í amboðsfimleiki fyri youth juniorar og juniorar.

 

 

Fimleikararnir eru:

Kristian Knudsen, Hjálmar A. Dalsgarð, Elsbet Dalbø og Marta Nielsen.

 

 

Venjari hjá dreinginum er Valery Savins og hjá gentinum Alida Savina.

 

 

Fimleikarar, sum luttaka á hesu kapping, eru góðir fimleikarir og tí verður tað sera spennadi at vita hvussu føroysku fimleikaranir fara at klára seg.

 

Kappingin fyri dreingirnar verður fríggjadagin 22.mai og finalurnar leygardagin 23.mai, meðan kappingin hjá gentinum er leygardagin 23.mai og finalurnar sunnudagin 24.mai.

 

Hjá dreinginum eru  27 luttakarar og hjá gentinum 29 luttakarar.

 

 

Men tað eru ikki bert fimleikarar, sum eru farnir til Helsinki, Føroyar hava eisini tveir dómarar við til kappingina

 

 

Dómarar eru: Pól Esper H. Hansen og Anna Margit Thomsen

 

 

Við frá FFS er Harald Joensen