Nýggja fløgan hjá Lenu og Niklas, sum eftir ætlan kemur út í mei mánað, spennir víða, bæði hvat tí tónleikaliga og teksti viðvíkur. Sjálv heldur Lena, at breiða spektrið er vorðið teirra eyðkenni eftirhondini, og tað passar henni væl.
- Ikki tí, tað eru løtur, har eg hugsi at man kanska átti at reindyrka antin tað stilla ella tað meir larmandi meira, men hví tað í grundini? Sum menniskja og tónleikari innihaldi eg bæði, og tí kennist tað rætt og erligt at lata bæði endurspeglast í tónleikinum eisini, sigur Lena.
Erlig
Samanumtikið heldur Lena, at júst hetta at royna at vera so erlig sum til ber móti boðskapinum og lagnum er eitt av eyðkennunum fyri nýggju fløguna. Hetta merkir millum annað, at tú ikki letur teg freista at leggja alskyns tónleikaligar finessur á eitt lag, har tær ikki hoyra heima, og annars torir at siga tingini, sum tey eru. Sum dømi nevnir hon lagið Stones in my pocket, ið millum annað snýr seg um tær ofta tvíbýttu og móstríðandi kenslurnar millum tvey menniskju, sum hóast alt elska hvønn annan
- Sangurin byrjaði upprunaliga við orðunum I still love you baby, men sum frá leið gjørdist tað eitt sindur ov sukursøtt til mín. So eg legði eitt tekstbrot inn við øllum tí, sum irriterar við hinum persóninum. Eg var rættiliga langt niðri, tá eg skrivaði tekstin, og tí ljóða orðini móti endanum The only way I know how to live, is killing me og til seinast umaftur, men við orðunum ..., is killing you fyri at vísa, hvussu destruktiv tín sjálvdestruktón í grundini er móti menniskjanum, tú elskar, sigur Lena, men leggur afturat, at tað erliga og nakna á føguni sanniliga eisini verður brúkt meir lívsjáttandi.
- Tá tú ert í upptøkuhølunum í longri tíð, er altíð vandi fyri at tað spontana glíður í bakgrundina. Tí hevur tað eisini verið umráðandi at fáa sjálva spæligleðina inn í myndina, har tú minnist til bara at hava tað stuttligt og vera til í tónleikinum her og nú, sigur Lena.
Frá Kringvarpinum til Abbey Road
Onkursvegna eru allar fløguútgávur varðar á leiðini hjá einum tónleikara, og spurd hvar á leiðini hendan fløgan stendur, sigur Lena, at tað er eitt sindur ringt at meta um. Men fyri hennara viðkomandi kanska mest, at hon sum tónleikari er vorðin meir djørv
- Á ein hátt er tað jú soleiðis, at tú altíð heldur teg vera uppá títt besta beint nú. Tað er ikki fyrr enn seinni, tú sært, at tú hevur flutt teg. Tá eg hoyri onkur av okkara eldru løgum, hugsi eg Ok, har var eg tá, og tað er eisini í lagi, men nú snýr tað seg um nakað annað, tí eg eri vorðin tær royndirnar klókari og ríkari. Men jú, bæði tekniskt og vokalt er avgjørt ein menning farin fram, sigur Lena.
Øll løgini á komandi fløguni hjá Lenu og Niklas eru nýggj, og sum vant eru tey úrslit av samstarvinum millum tey bæði. Í løtuni fara upptøkurnar fram í Kringvarpinum, men næsta mánað fara tey til London, at leggja seinastu hond á fløguna. Tá verður lagið Stones in my pocket innspælt í víðagitna Abbey Road Studio, har the Beatles á sinni tóku upp plátuna við sama heiti.









