Nakað lægri luttøka í Klaksvík

Vallutøkan í Klaksvík hevur verið nakað lægri hesuferð enn við seinasta løgtingsval Vallutøkan í Klaksvík náddi uppá 90,8% visti formaðurin í valstýrinum í Klaksvík, Karl Jóhansen at siga fyri løtu síðani.

Sjálvur heldur formaðurin, at tað var heldur optimistiskt at vænta, at vallutøkan í Klaksvík fór at fara upp um tey 92,8%, ið hon var til seinasta løgtingsval.

Av teimum 3484 veljararnum, ið høvdu møguleika aet velja, hava 3163 veljarar greitt atkvøðu í Klaksvík.

Endaliga vallúrslitið í Klaksvík verður at frætta um 22 tíðina, sigur Karl Jóhansen.