Í kvøld kunnu vit vænta okkum nakað av vindi, skrivar danska veðurstovan DMI.
Í gjárkvøldið máldu vindmátararnir hjá Landsverki upp um 40 m/s summa staðni í landinum.
So ringt verður neyvan í kvøld, men DMI skrivar, at fram til í morgin tíðliga kunnu vit vænta millum 15 og 20 m/s, við hvirlum við ódnarmegi - upp í 25 m/s.
Í morgin verður munandi frægari. Tá sigur hann frá vindi millum 9 og 12 m/s og skíggjað og regn.
Myndina eigur Ingi Sørensen.