Í morgin fyllir hvildarheimið Naina 75 ár, og í tí sambandinum verður móttøka millum klokkan 15 og 17 Á móttøkuni fer Tórshavnar Manskór at syngja, og teir fara m.a. at syngja ein sang, sum yrktur varð til vígsluna í 1936.
Hvíldarheimið er uppkallað eftir Nainu Scharlu Nielsen, sum fekk hugskotið at byggja hvíldarheim. Hon náddi ikki at síggja verkið fullført, ti hon doyði bara 41 ára gomlum av bróstkrabba.
Tá fór Alma Juhlert til róðrið og saman við manninum Ehrenfryd Juhlert savnaðu tey pening inn og fingu húsið bygt.
Til vígsluna yrkti systir hansara ein sang, sum varð sendur upp við skipi og kom til Havnar sama dag, sum vígslan var, 23. februar 1936.