Í dag er minningarhald í japanska býnum Nagasaki, har fólk minnast tey, sum doyðu, tá amerikanarar sleptu einari kjarnorkubumbu niður yvir býin tann 9. august í 1945. Tríggjar dagar frammanundan høvdu amerikanararnir slept einari kjarnorkubumbu niður yvir Hiroshima, og fríggjadagin var stórt minningarhald har. Fyri fyrstu ferð var USA umboðað á minningarhaldinum, og diplomatar úr Bretlandi og Fraklandi vóru eisini hjástaddir.
Bumban, sum varð slept niður yvir Nagasaki, hevði fingið heitið ?Fat Man?. Hon kravdi 70.000 mannalív. Í Hiroshima doyðu 140.000 fólk, tá ?Little Boy? brast har.
Tær báðar kjarnorkubumburnar fingu Japan at gevast við krígnum.










