Næstan 5.000 klaksvíkingar í Føroyum

Fólkatalið í Klaksvík veksur alsamt og nærkast nú av álvara 5.000.

- Allir pílarnir peika rætta vegin, og fólkatalið í Klaksvík nærkast nú av álvara 5000, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Hann fegnast um vøksturin, sum sambært honum er eitt úrslit av miðvísum býráðsarbeiði, sum hevur verið framt seinastu árini. - Vit settu eina vakstrarætlan í verk fyri nøkrum árum síðani, og nú síggja vit, at hon hevur kastað ítøkilig úrslit av sær, sigur borgarstjórin.

 

Fólkatalið í Klaksvíkar kommunu er vaksið støðugt seinastu árini, og sambært borgarstjóranum hevur vakstrarætlanin hjá býráðnum havt ein týðandi leiklut í hesum.

- Vit hava raðfest bústaðarmøguleikar, útbúgvingarmøguleikar og upplivingarvinnuna, soleiðis at Klaksvíkar kommuna er áhugaverd at flyta til, og so hava vit seinastu trý árini sett barnaansingargjøldini niður, fyri at geva barnafamiljunum fleiri pengar millum hendurnar, sigur Jógvan Skorheim, sum eisini vísir á, at stórar íløgur nú vera gjørdar í ymiskar verkætlanir sum til dømis miðbýin, skúlan, rennibreytina, mentanarhúsið, umframt spillivatns- og sjóhitaskipanina.

 

Tá ið nógv fólk velja at flyta til Klaksvíkar, so setur tað krøv til bústaðarmøguleikarnar, og í Klaksvík er líkt til, at útboðið ikki er nóg stórt í mun til eftirspurningin, men borgarstjórin sigur, at hetta er ein avbjóðing, sum býráðið arbeiðir við at loysa.

- Arbeiðið við nýggja miðbýnum gongur væl í løtuni, og har koma 30 spildurnýggjar íbúðir, umframt hølir til annað virksemi. Harumframt eru tilsamans 20 nýggjar vardar íbúðir á Heygavegnum og við Mylnutún tiknar í nýtslu í ár, so hetta hevur eisini fjøltáttað bústaðarmøguleikarnar hjá borgarum við skerdum førleikum, sigur Jógvan Skorheim, - Samanumtikið peika allir pílarnir í Klaksvíkar kommunu beint uppeftir, og tað haldi eg, at vit øll kunnu fegnast um, sigur borgarstjórin.