Gylt lógvatøk eru ikki ókend í føroyska samfelagnum, har tey serliga eru kend frá bankaverðini, tá stjórar fara frá. Men eisini í almenna Føroyum verða avtalur gjørdar við fráfarandi stjórar og leiðarar.
Fyri jól setti Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, ein §52a fyrispurning til Aksel V. Johannesen, løgmann, har hann millum annað spurdi um hvørjar útreiðslur landskassin hevur havt av fráfaringaravtalum síðstu fimm árini.
Løgmaður svarar løgtingsmanninum, at seinastu fimm árini eru 16 fráfaringaravtalur gjørdar við stjórar og leiðarar í almennum stovnum. Býtt á ráðini eru seks uppsagnir í Almannaráðnum, fýra í Heilsu- og Innlendismálaráðnum og tvær hvør í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, Mentamálaráðnum og Fiskimálaráðnum.
Men hóast tað er Almannaráðið, ið hevur gjørt flest fráfaringaravtalur, so er tað Heilsu- og Innlendismálaráðið, ið hava goldið mest pening til fyrrverandi starvsfólk.
Tilsamans hevur ráðið goldið 2.597.184,05 krónur í fráfaringaravtalu til fýra ymiskar persónar. Tað er eisini sama ráð, ið hevur rindað mest til ein einstakan persón. Tað gjørdi ráðið 22. desember 2014, tá ein avtala varð gjørd við ein persón, ið tilsamans fekk 976.799,72 krónur í fráfaringaravtalu.
Tilsamans hevur landskassin seinastu fimm árini rindað fyrrverandi leiðarum og stjórum tilsamans 5.755.329,52 krónur í fráfaringaravtalum.

Nærum seks milliónir í fráfaringaravtalum





