Nøvnini funnin til myndina

Herfyri høvdu vit hesa myndina í blaðnum, har vit bóðu lesarar siga okkum frá, um tey kendu fólkini á myndini.

Ein lesari í Sandavági, ið eisini er ein av spælarunum á myndini, ættað úr Hvalvík, hevur hjálpt okkum við nøvnunum á teimum ovaru gentunum, og ein lesari í Vestmanna hevur hjálpt okkum við teim niðaru gentunum.


Lesarin úr Sandavági heldur, at myndin er tikin í 1948 í Hvalvík. Sigast skal, at hondbóltsfelagið í Hvalvík tá æt Báran.


Hvalvíksgentur (standandi) f.v.: Helga Djurhuus, Signhild, Trina Jacobsen, Anna Højsted, Elly Egholm, Selma, og Erna


Vestmannagenturnar (sitandi) eru f.v.: Lisabeth Andreasen á Deild, Poula Klein, Ella Olsen (í Sjúrðastovu), Tyra Simonsen, Elsa hjá Hanseman á Deild, Gunnhild, ímillum har situr Olga, og uttast til høgru er tað Lis Thomsen. Maðurin, sum stendur til vinstru, er Kristoffer á Skálum, og hin maðurin er Sigurð Petur Joensen, lærari.


Um onkur hevur meira at leggja afturat í samband við hesa myndina, er viðkomandi vælkomin at ringja á tel. 284444 ella senda teldupost til: birgir@sosialurin.fo.