Endaliga skráin fyri AME tann 23. apríl er nú greið og 12 nøvn standa á listanum yvir tey, ið fara á pallin. Tiltakið er eitt gallashow, har eisini útlendingar eru til staðar. Tey luttakandi eru hesi:
Gestir, Kristleif Z. 200, Týr , Eivør, Høgni Lisberg, Makrel, Guðrun Sólja Jakobsen og Deja Vu.
Beinleiðis úr prixsemifinaluni koma, Terji Rasmussen Band, "GO-GO - Blues" og "Eyðun og Showmenn", sum kappast um endaliga Prix Føroyar vinningin, sum er studiotíð t.d. í "Lundgaard Studios", luttøka á Ólavsøkukonsertini, G-Festivalin 2005 og Listastevnu Føroya 2006.
- Til stóra gallakvøldið Atlantic Music Event í Norðurlandahúsinum, verður dentur lagdur á góðan livandi tónleik, eina góða konsert í Norðurlandahúsinum, eini undirhaldandi sjónvarps- og útvarpssending og at marknaðarføra føroyskan tónleik bæði innan- og uttanlanda. Miðað verður eftir at geva út livandi konserttilfar frá Prix Føroyum 2005, siga fyrireikararnir.
- Arbeitt verður fyri at fáa so nógvar útlendskar lyklapersónar og fjølmiðlar sum gjørligt at koma til stóra gallakvøldið Atlantic Music Event í Norðurlandahúsinum. Higartil hava Íslendska RÁS 2, Morgunblaðið, Jyllandsposten og Musikeren boða frá at tey koma. Hartil koma fleiri útlendskir konsertfyrireikarar t.d. www.popagenda.se, norðurlendsk plátufeløg, og fleiri onnur til gallakvøldið Atlantic Music Event í Norðurlandahúsinum, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.