##med2##
Luksemborg - Føroyar, í dag klokkan 16.30.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum
FM1 prátaði í dag við ein av royndastu hondbóltsvenjarum í Føroya søgu.
Dia Midjord var millum annað manslandsliðsvenjari frá 2007-2012. Eitt tíðarskeið har Føroyar fleiri ferðir royndu seg ímóti Luksemborg.
Og landsliðsvenjarin hevur góðar vónir í dag. Hann gleðir seg at síggja hvussu føroyskur hondbóltur hevur flutt seg í mun til tann í Luksemborg, og um tað í dag endiliga fer at eydnast at vinna á vertstjóðini.
Hoyr Dia Midjord greiða FM1 frá føroysku lyklunum til tess við at trýsta á spælaran omanfyri (riggar ikki um tú hevur lýsingarforðandi forrit)












